Songbók Guds Fólks
bls. 191
Songbók Guds Fólks telur ikki færri enn 1192 sangir. Sum heit
ið sigur, brúkar Brøðrasamkoman orðið sangur, har fólkakirkj
an sigur sálmur. Fleiri týðingar er úr enskum máli í Songbók
Guds Fólks, har ið Sálmabókin mest nýtir týðingar úr Dan
mark.
Tann føroyingur, ið hevur yrkt og týtt festar sangir, er Vic
tor Danielsen. Hann týddi 870 sangir, yrkti sjálvur 27 sangir
og týddi Bíbliuna til føroyskt. Í skrivstovuni hjá Studna í Havn
er ein framskorin træmynd á vegginum og í Fuglafrð er ein
standmynd av Victori Danielsen.
Hugskot
•
Kannið nærri eftir, hvør Victor Danielsen var.
•
Syngið sangir og sálmar, ið hann hevur týtt ella yrkt.
Samrøða
Takið samanum og tosið um ymsu sløgini av kristnum sangi
gjøgnum tíðirnar. Tosið um innihaldið í sanginum “O, tú sum
kveikti.”
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
111