Hugskot
•
Syngið sálmin á bls. 191 í lesibókini “O, tú sum kveikti”.
Lagið er í lagbók til ískoytið til sálmabókina.
•
Hyggið at yvirlitinum fremst í sálmabókini, hvussu hon er
bygd upp.
•
Kannið eftir, hvørjir Mikkjal á Ryggi og Jákup Dahl vóru.
Finnið tilfar um teir.
•
Bið næmingarnar velja sálmar, teimum dámar og syngið
teir í tímanum.
Aktivitetir
•
Lær næmingarnar at ríma. Gerið eitt ørindi við fýra
reglum, har tvær tær fyrstu og tvær teir seinnu ríma. Lat
ein næming byrja við at siga eina reglu við bíbilskum
innihaldi og síðan verður vitað, hvat rímar. Øll eru við í
hesari tilgongd.
•
Set næmingarnar í bólkar og bið teir gera ein sálm ella sang
við t.d. 1-3 ørindum. Teir skulu fyrst fnna eitt lag, ið teir
skulu nýta til tekstin. Úrslitini verða savnað saman. Øll fáa
tekstirnar og syngja nýggju sangirnar.
•
Veljið ein sálm og greinið innihaldið.
•
Gerið sjónleik: Dømi um sálm: “Gud ger meg til eitt lítið
ljós”. Næmingarnir liva seg inn í ymsu myndirnar í
sálminum – t.d. hava tekningar í hondini av einum ljósi og
blomstri. Hini, ið ikki eru aktivt við, eru sangarar og
syngja sálmin, meðan næmingarnir, ið umboða myndirnar
í sálminum, traðka fram og gera ymsar viðkomandi rørslur,
ið eyðkenna tær. Annar sálmur, sum eisini kann verða
royndur, er “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt”.
Arbeiðsbókin bls. 78- 87
Her eru feiri uppgávur, ið hoyra til hendan partin í kapitli
num. Næmingarnir skulu svara spurningum um ávísar sálmar,
yrkja sjálvir, svara spurningum um ávísar yrkjarar og týðarar,
kanna eftir hvat ávísur sálmur snýr seg um, tekna til ein
sálm, siga, hvørjar sangir og sálmar teimum dámar best, loysa
orðagátur og fnna sjey feilir í mynd.
Svar til uppgávu 8:
•
Ongum er so trygt at fara
•
Klokkan slær tíðin fer
Svar til uppgávu 9:
14. Kristni sangurin
110
Kristni 5 • Lærarabók