Page 109 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
nevndist Sálmabók Føroya Fólks (Føroyskt Kirkjumál 1960).
Hon hevði 431 sálmar og ein tekstpart umframt.
Tað ber til at fnna núverandi sálmabók á heimasíðuni hjá
kirkjuni, www.folkakirkjan.fo.
Mikkjal D. á Ryggi eigur um leið fmta hvønn og Jacob Dahl
sætta hvønn sálm í sálmabókini. Mikkjal hevur tó nógv feiri
upprunasálmar enn Jákup.
Krøv til ein sálm
Ein sálmur lýsir ofta eitt ávíst huglag, sum persónurin, ið yrkir,
er í. Teksturin kann siga nakað um gleði og sorg, um pínu og
longsil, um trúgv og vón.
Vert er at bíta merki í, at meðan kirkjan brúkar hugtakið
sálmur, so brúkar Brøðrasamkoman hugtakið sangur, har bókin
eitir “Songbók Guds Fólks” og telur ikki færri enn 1192 sangir.
Brøðrasamkoman hevur gingið undan at syngja og geva út
sangir á móðurmálinum.
Í sálmum og sangum verða krøv sett til t.d. tað dogmatiska
og tað poetiska, og at teksturin, ið sungin verður, lýsir alkend
fyribrigdi og hugtøk, ið fólk kunnu taka til sín.
Tað hevur týdning, at lagið hóskar til tekstin og tolir slit.
Hvørjir sálmar og sangir koma at liva, kemur eftirtíðin at
vísa.
Vit eiga ein stóran sangskatt í teimum gomlu sálmunum og
sangunum, ið enn eru frammi, hóast summir eru feiri hundr­
að ára gamlir.
Viðkomandi tilfar
Danir hava givið út nakrar bøkur, har sálmar verða viðgjørdir,
og har spøl og uppgávur eru til í summum føri. Heiti:
“Som en helle midt i larmen” umframt læraravegleiðing og
føgu, ið fylgir við. Lagt til rættis: Lotte Demant og Jens
Jermiin Nielsen
“Salmer i spil” umframt læraravegleiðing og føgu. Lagt til
rættis: Jytte Blanner og Hanne Margrethe Tougaard.
“Salmer i dans og bevægelse”. Lagt til rættis: Anne-Mette
Riis
Sí eisini www.salmeriundervisningen.dk har víst verður á
tilfar til yngri og eldri næmingar.
Undir heitinum “Sálmar - til fólkaskúlan” (Føroya
Skúlabókagrunnur 2008) hevur Olivia W. Hansen viðgjørt
feiri kendar sálmar. Hon vísir í tilfarinum, sum
kann takast niður á Snar, hvussu hetta kann gerast í
miðdeild og framhaldsdeild fólkaskúlans.
Arbeitt verður við nýggjum sálmum
Vit hava eisini sálmayrkjarar ídag, sum yrkja nýggjar sálmar.
Men mangan er trupult at fnna nakran tekst, ið lýsir tíðina,
vit liva í.
Bíbilsku sannleikarnir eru tíðarleysir, men saknur er kanska
viðhvørt at síggja nútíðina spegla sær í teimum t.d. við nútíðar
myndamáli.
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
109