og “Lov og tak og evig ære” í savninum “Alfagurt ljóðar
mín tunga”, sum eisini eru á Spotify. Latið næmingarnar
fylgja við tekstinum, ið annars er trupul at hoyra og skilja.
Fløgan “Kingosalmer” er eisini ein møguleiki.
•
Lær næmingarnar ein kingosálm við kingolagi. Hetta er
ein góð roynd, at kingosangurin kann liva. Nýt t.d. somu
føguna sum omanfyri.
•
Bið ein einstakling, ið dugir at syngja kingo koma inn og
syngja fyri fokkinum. Dømi: Niels Midjord, Eivør
Pálsdóttir ella onkran úr kingobólkinum í Tjørnuvík.
•
Fá t.d. Jens Jensen úr Tjørnuvík at greiða frá kingosangi í
fokkinum.
•
Les greinina fyri næmingunum í www.trubodin.fo –
leitorð: Halda lív í kingosanginum. Greinin snýr seg um
kingokórið í Tjørnuvík, og hvussu alt byrjaði. Tað er Jens,
ið greiðir frá.
Ljóðføri og sálmasangur
bls. 190
Her nærkast vit okkara tíð, har urgan er vorðin fastur táttur
at bera sálmasangin, hóast onnur ljóðføri eisini av og á verða
nýtt.
Í sálmabókini ber til at síggja, hvørji løg kunnu verða nýtt
til sálmarnar. Víst verður til heilar sjey ymsar sálmalagbøkur,
men mest til Den danske Koralbog. Víst verður eisini til hesar.
•
Føroysk Songløg, við H. J. Højgaard (Atelier Electra 1951).
•
Gomul føroysk sálmaløg I-II, við Jógvan Waagstein
(Wilhelm Hansen 1947).
•
Løg til heimamissiónssangbókina, við Jóhannes
Mortensen, (Heimamissiónsforlagið 1982).
•
Nøkur Sálmaløg til Sálmabók Føroya fólks, við Fridu
Petersen (Egið Forlag 1969).
•
Hefti við sálmaløgum, við Axel Tórgarð (1990).
Seinni, ár 2000, kom ein samlað sálmalagbók til føroysku
sálmabókina: Sálmaløg Føroya kirkju, Lagasavn til
Sálmabók Føroya kirkju. Zacharias Sørensen og Knút Olsen
løgdu til rættis (Føroyskt Kirkjumál 2000). Ein listi yvir
løgini er í Sálmabók 2005, s. 870-886. Sami listi er eisini á
heimasíðuni folkakirkjan.fo.
Í 2003 kom sálmalagbókin í einari lættari útgávu sett út
fyri tríggjar røddir: Sálmaløg Føroya kirkju í lættari útgávu.
Jens Mortan Mortensen legði til rættis og Føroyskt
Kirkjumál gav út.
Sálmabókin bls. 190
Núverandi sálmabók, Sálmabók Føroya Kirkju, er frá 1990
(Føroyskt Kirkjumál 1990) við smávegis broytingum í 2005. Í
henni eru 592 sálmar umframt ein tekstpartur í størru sálma
bókini (s. 523-858). Her eru tekstir til kirkjuárið (altarbók), Jesu
Kristi líðingarsøga, ritualbók, bønarbók og Martin Luthers Lítla
Katekismus.
Fyrsta fullfíggjaða føroyska sálmabókin er frá 1960 og
14. Kristni sangurin
108
Kristni 5 • Lærarabók