lýriskum náttúrulýsingum, men best er hann kendur fyri sálm
ar sínar.
Hann gjørdist biskupur á Fjóni í 1677 og doyði í 1703.
Hugskot
•
Syngið allan sálmin hjá Luther: “Vár Gud er føst og
haldgóð borg.”
•
Tosið meira um, hvør Luther var. Tosið um týdningin av,
at málið í kirkjuni er móðurmálið. Hevur tað altíð verið
tosað føroyskt í føroysku kirkjuni?
•
Síggið flmin “Luther” (Eric Till 2003).
Kingosangur bls. 189
Danskir prestar bóru kingosangin til Føroya. Av tí at Føroyar
eru so fjart frá Danmark, so broyttust upprunaløgini. Løgini
hava funnist við nótum, men hesir hava ikki verið nýttir í
Føroyum.
Prestur lærdi fólkið løgini, men ymist var, hvussu lá fyri at
syngja hjá teimum, og hvussu tey bóru hesi fram. Av tí at so
fáir prestar vóru, so var deknurin ofta tann, ið var forsangari
og hesir vóru ikki altíð stinnir á nótanum. Tí kundi sami sálm
ur verða framborin ymist kring um í Føroyum.
Føroyingar sungu Kingosálmar heilt fram til 20. øld og
komu hesir tí at hava ómetaliga stóran týdning fyri kristnu
trúnna hjá føroyingum.
Í núverandi føroysku sálmabók eru 30 sálmar eftir Thomas
Kingo.
Upprunaliga vóru kingosálmarnir rættiliga langir, eini 12-15
ørindi og onkur heilt upp móti teimum 30. Flestir eru styttir
nógv.
Vælkenda sálmaørindið, Rita navn títt mær í hjarta, ella
Skriv dig Jesus på mit hjerte, sum hann eitur á donskum, er
einans eitt ørindi í Sálmabókini. Men hetta ørindi er tað 15.
ørindið í einum sálmi, sum er heili 29 ørindi til longdar. Sálm
urin byrjar við: Bryder frem i hulen sukke.
Enn hoyrist Kingosangur
Summastaðni syngja føroyingar enn kingosang m.a. í Tjørnu
vík, har tey hava eitt Kingokór. Fleiri einstaklingur í Føroyum
duga eisini feiri av kingoløgunum.
Hesi hava skrivað niður kingoløg: Henrik Rung (1807-71),
G. Gruner Nielsen, Hjalmar Thuren, Joen Waagstein, Karl
Clausen og dótturin Marianna Clausen, sum hevur fngið
virðisløn fyri júst hetta arbeiðið.
Marianna sigur, at tað eru 141 bond við upptøkum. Tær
fevna um um leið 1100 løg og lagavariantar frá ymsum sálma
bókum, andaligum vísubókum, andaligum vísum frá sálmum á
mannamunni og nakrar Mariuvísur.
Í 1995 gava Føroya Skúlabókagrunnur út bókina “Alfagurt
ljóðar mín tunga”, har kingosálmar eisini eru við. Ein føga,
sum eisini er á Spotify, hoyrir til bókina.
Hugskot
•
Finnið kingosálmarnar “Som den gyldne sol frembryder”
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
107