Hugskot
•
Lýðið á kristnan rútmiskan sang eftir Elvis, Andrae Crouch
og onnur.
•
Lýðið á rútmiskan kristnan sang hjá einstaklingum,
bólkum og kórum úr Føroyum.
•
Vís næmingunum eina DVD ella upptøku á netinum frá
onkrari gospelkonsert.
•
Tosið um ymisk sløg av kristnum tónleiki í dag.
•
Tosið um munin millum t.d. eina verðsliga og eina
kristiliga rokkkonsert. Hvar kenst munurin?
•
Lurtið eftir sálminum “Harra Guð, títt dýra navn og æra”,
so sum Heine Lützen, Salt og Hamferð framføra hann.
Orðini eru tey somu, men er munur á tónleikinum? Eigur
kirkjan og samkomuhúsið at rúma øllum sløgum av
tónleiki? Er nakað mark?
•
Lat næmingarnar spæla kristnan tónleik, ið teir sjálvir velja
fyri hinum í fokkinum. Best um teir eisini kunnu siga
nøkur orð um, hvør spælir og syngur.
Kirkjusangur í Føroyum
bls. 188
Luther legði stóran dent á, at kirkjufólkið skuldi vera meira
við undir gudstænastuni. Her hugsaði hann serliga um sálma
sangin.
Í katólsku gudstænastuni vóru tað prestur og kór, ið
tóku sær av sanginum. Luther, protestantiska kirkjan, legði
áherðslu á, at kirkjufólkið skuldi fáa sálmar, ið tey kundu
syngja við í á teirra móðurmáli og ikki á latínskum máli, sum
katólska kirkjan nýtti. Somuleiðis, at málið í kirkjuni var
móðurmálið.
Elsti sálmasangur í Føroyum
Millum tær elstu sálmabøkurnar í Føroyum teljast hesar
fmm:
1. Hans Thomissøns Sálmabók frá 1569
2. Chr. Cassuben: Sálmabók frá 1735. Í bókini eru 1027
sálmar.
3. Erik Pontoppidans Sálmabók frá 1740.
4. Samuel Bruun-Olsen sálmahefti frá 1766. Í heftinum eru
29 sálmar.
5. Sálmabøkurnar hjá Kingo.
Her eru upplýsingar um Kingo og sálmabøkur hansara:
Thomas H. Kingo (1634-1703) var føddur í Slangerup og var
sonur ein vevara. Hann tók gudfrøðisprógv í 1658 og var
húslærari í nøkur ár á Vestursælandi. Hann gjørdist prestur í
føðibýi sínum í 1668.
Her skrivaði hann eina nýggja sálmabók: “Åndelig
Sjungekor,” ið kom út í tveimum pørtum, fyrsta í 1674 og hin
seinna í 1681. Men tann kendasta og mest nýtta sálmabókin,
ið føroyingar tóku til sín, var “Den forordnede ny Kirkepsalme
bog ” ella sonevnda Kingobókin, ið kom út í 1699. Í henni
vóru 300 sálmar harav Kingo sjálvur átti 85.
Hann nýtti kend løg til sálmar sínar.
Hann hevur eisini yrkt hópin av táttum, skemtivísum og
14. Kristni sangurin
106
Kristni 5 • Lærarabók