Kristin rútmiskur sangur
í dag bls. 187
Orðið gospel er stytt orð úr enska “gospelsong”, ella eldra orði
num “god-spel”, ið merkir “góður boðskapur,” evangelium.
Gospeltónleikur roynir at bera glaða boðskapin á ein fang
andi og einfaldan hátt.
Gospelsangir snúgva seg ofta um at gleða seg um lívið á
fold, ið er ein fyrireiking til himmalin.
Gospel kemur upprunaliga frá einum tónleikastíli, ið nevnir
seg Spirituals. Hetta er ein afro-amerikansk átrúnaðarlig sang
mentan, ið stavar frá svørtu trælunum, ið vórðu futtir til
Amerika í stórum tali fyrst í 1600-talinum.
Svarti spiritual stílurin kom fram, tá tey gjørdust kristin. Tá
blandaðist teirra egna sangmentan við teimum amerikonsku
sálmunum.
Vanliga var ein forsangari, ið byrjaði, og hini tóku so undir.
Nøkur eyðkenni fyri svartan spiritual:
•
“Call-response,” har ein sangleiðari syngur fyrstu regluna,
og samkoman svarar við einum niðurlagi.
•
Endurtøka av niðurlagi ella av setningum fyri at styrkja tað
kensluliga huglagið.
•
Improvisatión.
•
Nógvir “bláir” (ikki reinir) tónar.
•
Lagið er ofta bygt upp kring nótastiga við fmm tónum.
Aftaná amerikanska borgarakríggið (1860-1865) gjørdist svarti
andaligi tónleikurin rættuliga kendur. Ein sangbólkur, The Fisk
Jubilee Singers, ferðaðist runt í Amerika og Europa og helt kon
sertir. Teir broytti eitt sindur upp á svarta sangin, so tey hvítu
lættari vildu taka ímóti honum. Hetta var byrjanin til, at feiri
líknandi sangbólkar komu, og feiri lagskrivarar fóru í holt við
at skriva hetta slag av tónleiki. Tónleikurin hjá The Fisk Jubilee
Singers er á Spotify.
Seint í 19. hundraðtalinum byrjaði gospeltónleikurin at
koma í staðin fyri spirituals. Hann eftirlíknaði, men fór bur
tur frá tí upprunaliga spiritualstílinum og gjørdist at enda ein
nýggjur tónleikastílur, gospel.
Gospeltónleikurin fekk mótstøðu í fyrstuni frá kirkjunum,
ið hildu tónleikastílin verða ov verðsligan. Men við tíðini varð
hann góðtikin.
Í 1940’unum og 1950’unum gjørdist hesin tónleikur meira
kommersiellur og plátur fóru at koma út við hesum tónleiki.
Nøvn, ið hava havt stóran týdning fyri gospeltónleikin seinnu
árini, eru m.a. sangbólkurin Imperials og Andraé Crouch, ið
báðir byrjaðu í 1970-árunum.
Í Føroyum eru nógvir einstaklingar, sangbólkar og kór, ið
syngja gospel. Nógvar føgur eru komnar út.
Havast skal í huga, at gospeltónleikur er bara ein ávísur
partur av kristnum rútmiskum tónleiki í dag. Tú fnnur kristn
an sang í m.a. blues-, country-, balladu-, beat- og rokkstíli.
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
105