Page 104 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Sangur aðrastaðni
í heiminum í dag bls. 186
Sangur og tónleikur í afrikanskum kirkjum í dag minnir um
gospeltónleikin, sum vit hava lært at kenna. Hóast ymisk
ljóðfør, so er røddin berandi.
Eyðkenni fyri tey, sum syngja, er tann sjónliga gleði, tey
vísa í sangi og kropsrørslum.
Um ortodoksa sangin
Tað verður sagt um Vladimir fyrsta úr Kiev, at hann í árinum
987 sendi fólk avstað at kanna ymsan átrúnað. Sendifólkini
vitjaðu muslimar í Bulgaria, jødiskar kazarar og týsk kristin
uttan at vera serliga hugtikin av teirra gudstænastum. Men
tá ið tey komu til Konstantinopel, upplivdu tey ta ortodoksu
gudstænastuna: “Vit vistu ikki, um vit vóru í himlinum ella á
jørð”, vóru teirra orð.
Djúpast sæð líkjast ortodoksa og lutherska gudstænast­
an. Her eru inngangsbønir, tekstlestur, prædika, trúarjáttan,
kirkjubøn, faðirvár, altargangur og útgangsbønir. Munurin er,
at lutherska kirkjan leggur dent á prædikuna, og at ortodoksa
kirkjan leggur størri dent á altargangin.
Sálmasangurin hjá okkum er um Gud og viðurskifti okkara
við hann, og í ortodoksu gudstænastuni verða bønir sungnar
gjøgnum alla gudstænastuna eisini úr Sálmunum í Gamla
testamenti. Tey hava ávísar altargangssálmar og tey nýta eisini
roykilsi undir gudstænastuni.
Áðrenn gudstænastuna tilbiður kirkjufólkið ímyndir av
Jesusi og Mariu Moy og tendrar ljós fyri teimum. Somuleiðis
tendra tey ljós at minnast tey farnu.
Fyri tey ortodoksu er mannarøddin eyðkenni í teirra sangi.
Sangurin verður framborin hátíðarliga við ongum ljóðføri.
Hugskot
Lat næmingarnar hoyra sálmasang frá afrikanskum
gudstænastum.
Vís myndir frá afrikanskum gudstænastum.
Lýðið á sálmasang frá einari ortodoksari gudstænastu.
Vís myndir fyri næmingunum av ortodoksari gudstænastu,
m.a. tá ið prestur kemur við roykilsinum.
Lat tey hoyra eina góða russiska rødd, ella eitt manskór,
kanska saman við kvinnukóri, t.d. russiska kirkjukórið
Voskresenije, sum syngur kórrøddir á norsku útgávuni
“Den Fattige Gud” (Kirkelig Kulturverksted 1993). Aðrar
kendar røddir, sum við stórum spenni syngja russiskar
sangir, eru týski Ivan Rebroff og fnski Viktor Klimenko.
Tónleikurin er á Spotify.
14. Kristni sangurin
104
Kristni 5 • Lærarabók