Page 103 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tosið um, hvussu tað ber til, at fólk fest enn dáma at
hoyra tónleik eftir Bach og Händel. Hvat krevst av tónleiki,
um hann skal kunna liva í langar tíðir?
Negro spirituals bls. 185
Negro spirituals, (enskt Negro ‘nekari’ + spiritual ‘andaligt’),
Hesin sangstílur stavar frá svørtu trælunum í suðurstatun­
um í USA fyri um leið 200 árum síðan. Mangir sangir hava
eina serliga rútmu, ið er løtt at kenna aftur. Tekstirnir vóru
ofta bíbilskir og kundu geva trælunum vón t.d. í “Go down,
Moses”. Sangurin snýr seg um trælatíðina hjá ísraelsfólki í
Egyptalandi. Eins og Móses leiddi fólkið út úr trælahaldinum
tá, soleiðis skuldu allir trælir altíð verða fríir nú. Eingin hevnd
móti teimum hvítu fnst í teimum mongu hundrað sangunum.
Boðskapurin er, at øll menniskja hava líka virði fyri Gudi og
eru frí.
Fyrstu ferð hesin sangstílur varð framførdur alment var í
1871. Tað var sangbólkurin Jubilee Singers. Teir vóru hildnir at
vera ov friðarligir í mun til tað, ið negro spirutual hevði verið,
men tað gjørdist tó hesin stílur, ið kom at eyðkenna negro
spiritual sangin, tá ið hesin seinni varð framførdur á konsert­
um í USA og seinni í Evropa.
Klassiskir negro spirituals sangir eru t.d. Nobody Knows the
Trouble I’ve Seen, Swing Low Sweet Chariot, Joshua Fit the
Battle of Jerico og Go Down, Moses. Hesir sangir verða í dag
javnan sungnir av gospelkórum kring um.
Hugskot
Spæl og syng negro spirituals sangir fyri næmingunum,
t.d. teir sangir, ið eru nevndir frammanundan. Tekstirnir
eru á netinum.
Arbeiðið meira við søguni hjá nekaratrælunum í Amerika.
Vís myndir av trælum, ið arbeiða.
Hyggið at flminum “Uncle Tom’s Cabin” (Tummasar
smátta), sum er í feiri útgávum, biografflmur,
sjónvarpsflmur og er í føroyskir týðing sum bók. Harriet
Beecher Stowe skrivaði søguna, sum stavar frá 1852. Tað
eru tey, ið siga, at tað var henda søgan, sum festi í
amerikanska borgarakríggið millum norður og suður í
1861.
Tosið um, nær trælatíðin helt uppat í Amerika. Tosið um
Abraham Lincoln (1809-1865) og hyggið at flminum
“Lincoln” (Steven Spielberg 2013).
Tosið um Martin Luther King (1929-1968) og um munin á
viðurskiftunum hjá teimum svørtu fyrr og nú í USA.
Lurtið eftir føguni “Händel’s Messiah: A Soulful
Celebration” (Quincy Jones og feiri, 1992), har klassiska
kórverkið verður futt til søguliga Afrika og síðan í
nútímans gospeltónleik í USA.
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
103