heilt upp til okkara tíð, og nógv er til skjals.
Gregoranski sangurin var einraddaður fyrstu tíðina, men
kundi seinni eisini hoyrast feirraddaður. Sangirnir vera fram
førdir antifonalt ella responsorialt, t.e. skiftivís millum tvey
hálvkór ella millum solist og kór.
Tað, at alt hevur verið sungið á latíni, gjørdi, at nýtslan
hevur verið avmarkað. Vanliga kirkjufólkið skilti ikki málið.
Hugskot
•
Spæl gregorianskan sang fyri næmingunum.
•
Tosið um nótar, hvussu teir kunnu vísa okkum, nær vit
m.a. syngja høgt og lágt, nær vit syngja stuttar og langar
tónar, hvussu vit kunnu síggja, at tað er ein rødd ella feiri
røddir í einum sangi ella sálmi. Lærarin kann eisini biðja
tónleikalærarin í skúlanum greiða frá hesum.
Kirkjulig kórverk bls. 184
Mong hava skrivað kirkjulig kórverk. Fremstur er ivaleyst
Johann Sebastian Bach, 1685- 1750. Nógv er til av tónleiki og
kórsangi eftir hann. Bach gjørdi um leið 300 kantatir til sam
ans. Kantata er eitt tónleikastykki, ið er gjørt til gudstænastu
ein ávísan sunnudag við einum ávísum bíbliuteksti. Kantatur
nar vóru lovprísing til Gud og skuldu eisini læra kirkjuliðið um
kristnu trúnna. Bæði kór, solistar og orkestur framførdu kantat
urnar.
Bach gjørdi tónleik til nógv ymisk ljóðføri: urgu, klaver,
fólir, foytur og onnur ljóðføri. Sjálvur var hann urguleikari
við m.a. Thomas kirkjuna í Leipzig. Umframt hetta hevur
hann gjørt ørgrynnu av kórtónleiki.
Bach var føddur í Eisenach í Týsklandi. Hann var yngstur
av átta systkjum. Tríggir brøður hansara gjørdust eisini kendir
tónleikarar. Pápi teirra var sjálvur tónleikari.
Bach giftist við systkinabarni sínum, Mariu Barbaru, í 1707.
Hon doyði longu í 1719. Í 1721 giftist hann uppaftur við
Onnu Magdalenu Wulken. Bach fekk til samans 20 børn: 11
synir og 9 døtur, harav feiri gjørdust kend tónleikafólk.
Barokktíðin
Barokktíðin byrjaði fyrst í 17. øld í Róm í Italia. Eyðkennið fyri
tíðina var strembanin eftir dýrd og stórleika bæði í tónleiki og
í byggilist og málningalist.
Nýggir tónleikastílir komu fram: opera, konsert og sonata.
Ljóðføri vórðu nýtt meir og meir.
Millum teir stóru barokktónleikarnar kunnu vit nevna:
Diderik Hansen Buxtehude, Domenico Scarlatti, Georg Fried
rich Händel, Henry Purcell, Jean-Philippe Rameau og Johann
Sebastian Bach.
Hugskot
•
Spælið tónleik og kórverk eftir Bach og Händel (úr
Messiah) fyri næmingunum. Næmingarnir siga, hvat
teimum dámar hetta slag av tónleiki og hvussu tey fata
tað, tey hoyra.
•
Finnið meira tilfar um Johann Sebastian Bach.
•
Tosið um, hvussu ymsu ljóðførini í einum symfoniorkestri
eita - vís myndir og lurtið, t.d. eftir tónleikabókini “Veiða
vind” (2011).
14. Kristni sangurin
102
Kristni 5 • Lærarabók