Við áirnar í Bábel bls. 181
Tá ið ísraelsfólk vórðu leidd í útlegd, Norðurríkið í 722 f.Kr. og
Suðurríkið í 586 f.Kr., tá mintust tey á fremmandari grund aft
ur á tíðina, tey høvdu havt í Jødalandi. Í Sálmi 137 lesa vit um
hørpurnar, ið tey vórðu noydd at lata hanga eftir á trøunum,
tá ið tey fóru.
Hugskot
•
Spælið sangin “Rivers of Babylon” hjá sangbólkinum
Boney M. Samskiftið um, at festu kristnu sangir og
sálmar í dag hava bíbilskar tekstir sum støði. Í hesum føri
hevur Boney M leitað aftur í Gamla testamenti. Finnið
onnur dømi um hetta. Eitt gott mið eru sangir hjá
írska rokkbólkinum U2, sum ofta hava eitt beinleiðis
bíbilskt orðalag.
Sálmasangur/ lovsangur
bls. 183
Her eru tvey dømi um, hvussu ymiskur kristin sangur kann
vera.
Hugskot
•
Tosið um, hvønn tónleik næmingarnir hoyra. Hvørjar
kristnar sangir/sálmar dámar teimum best? Hvørji ljóðføri
spæla tey? Syngja tey nógv í frítíðini? Tosið um, hvussu tit
kundu sungið meira á skúlanum og um tit kanska skuldu
gjørt eitt kór við sanglæraranum, um einki er framman-
undan.
•
Bið næmingarnar spæla kristnan sang/tónleik live ella av
føgum, ið teir dáma, fyri hinum og bið tey siga eitt sindur
um viðkomandi sangbólkar, sangarar og tekstir, sum tað
var ein útvarpssensding. Hví dámar teimum júst henda
tónleikin, tey hava hug at velja í kristni?
Gregorianskur sangur
bls. 183
Gregor tann Stóri avgjørdi, at gudstænasta við altargond skuldi
fara fram á sama hátt í øllum katólskum londum. Hetta var
eisini galdandi fyri sangin undir gudstænastuni. Sangskúl
ar vórðu stovnaðir ymsastaðni, har fólk kundu læra nýggja
kirkjutónleikin. Her spratt gregorianski sangurin.
Nótar vórðu ikki nýttir, eins og vit kenna í dag. Í staðin
vórðu nýttir sonevndir “neumar”. Hetta eru linjuleysir nótar,
ið ikki vísa nágreiniliga tann tóna, ið skal syngjast, men geva
eina mynd av, hvønn veg lagið fer.
Um leið ár 1000 e.Kr. vórðu neumurnar skrivaðar inn í ta
nótaskipan, vit nýta í dag.
Italski Palestrina (1525-1594) arbeiddi íðin at festa gregori
anska sangin á blað. Hildið hevur verið fram við hesum arbeiði
14. Kristni sangurin
Kristni 5 • Lærarabók
101