innspældum tónleiki ella næmingum, ið duga at syngja fyri.
Ella at biðja onkran koma útifrá at syngja við næmingunum.
Tað hevur týdning, at hetta verður gjørt miðvíst. Næmingarnir
koma á hendan hátt at kenna tann kristna sang- og sálmaskatt
in, sum vit eiga.
Tað er gott og hent hjá næmingum at duga sangir uttanat.
Í staðin fyri at terpa sálmaørindi heima, sum gjørt varð fyrr,
kann lærarin skipa so fyri, at ein sálmur, sangur ella nakrir
ísenn, vera sungnir yvir eitt ávíst tíðarskeið. Oftari teir vera
sungnir, lættari kemur næmingurin á lagið og tekstin. Hetta
kann eisini vera gjørt í einum størri høpi, til sjálvan morgun
sangin í skúlanum, til felagssangløtur og ikki minst til jóla.
Tað er somuleiðis týdningarmikið at lata næmingin sleppa
at hoyra dømi um øll tey tónleikasløg, ið verða nevnd í
kapitlinum. Hetta vil gera evnið meira viðkomandi og spenn
andi fyri næmingarnar. Um skúlin ikki eigur nakað tónleika-
og sangtilfar, so kann lærarin fnna tilfar t.d. á internetinum
t.d. www.youtube.com , har ein ørgrynna av sangum og tón
leiki fnst til øll tónleikasløg. Leitorð t.d.: gregorian music,
negro spiritual, gospel o.s.fr.
Sangur í Bíbliuni bls. 180
Í Bíbliuni eru nógv dømi um, at fólkið sang lovsang til Guds.
Dávid eigur um leið helmingin av Sálmunum í Gamla Testa
menti, ið eru 150 í tali. Sjálvur dugdi hann at spæla upp á
hørpu. Sálmur 121 er ein sálmur eftir Dávidi, sí bls. 181 í
næmingabókini.
Jødarnir sjálvir gingu høgt upp í sang og sungu, tá ið teir
komu saman í sýnagoguni.
Hugskot
•
Lesið lovsong Ísraels, tá ið Gud hevði bjargað teimum yvir
um Reyðahavið, 2. Mós 15,1- 21. Her verður sagt frá
profetkvinnuni Mirjam, systir Móses, ið leikti á glymskál
saman við øðrum kvinnum.
•
Lesið lovsong Mariu, Luk 1,46-56. Tosið um innihaldið.
•
Lesið lovsong Sakariasar, Luk 1,68-80. Tosið um innihaldið.
14. Kristni sangurin
100
Kristni 5 • Lærarabók