Page 99 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
14. Kristni sangurin
14
Kristni
sangurin
Tittulblað
Tosið um myndina á tittulblaðnum. Hvat síggja vit? Tosið um
litir og tilfar. Myndin er tikin við urguna í nýggjastu kirkjuni,
Hoyvíkar kirkju.
Sálmar og sangir um evnið
Aftast í lærarabókini
Eg eri Jesu trompet
Meira um evnið
Evnið er kristnir sálmar og sangir. Sangur og tónleikur endur­
spegla og vísa mangan til tað, ið fólk trúgva á. Soleiðis er tað
í øllum heimsins átrúnaðum, eisini í kristindómi. Hetta sæst
eisini upp gjøgnum søguna, har vit fnna nógvan sang og
tónleik av ymsum slagi. Næmingabókin fer ígjøgnum nakað av
hesum.
Sagt verður frá, hvussu ymiskur sangur hevur verið gjøgn­
um tíðirnar. Byrjað verður við gregorianska sanginum, og
endað verður við nútíðar gospelsangi.
Eisini verður sagt frá, hvussu ymiskur sangur kann vera á
okkara døgum frá einum kirkjuliði til annað.
Í Føroyum er kingosangurin kendur heilt frá 1600 talinum.
Sálmasangurin er nógv broyttur til í dag. Hetta verður eisini
komið inn á.
Um sang og tónleik í skúlanum
Tað er altíð ein góð uppgáva hjá lærarum í kristni at syngja við
næmingunum. Lærarin kann styðja seg við síni rødd, ljóðføri,
Kristni 5 • Lærarabók
99
Her fara vit at læra um:
sang í Bíbliuni
gregorianskan sang
kirkjulig kórverk
negro spirituals
sang aðrastaðni í heim­-
inum í dag
kristnan rútmiskan sang
í dag
kingosang
kirkjusang í Føroyum
ljóðføri og sálmasang