Vit hava lært:
•
Halgidagarnir um páskirnar eru: Pálma-
sunnudagur, skírhósdagur, langifríggjadagur,
páskadagur (páskasunnudagur) og 2. páska-
dagur.
•
Jesus reið inn í Jerúsalem á einum asna. Hetta
var tekin um, at hann kom við friði.
•
Undir seinastu kvøldmáltíðini segði Judas
Iskariot høvuðsprestunum, hvar teir kundu
fnna Jesus og taka hann.
•
Jesus visti, at hann skuldi doyggja.
Í Getsemane urtagarði sveittaði hann blóð.
•
Pilatus vildi eira Jesus, tí hann sá ikki, at
hann hevði gjørt nakað skeivt. Hann læt tó
fólkið ráða og gav teimum Barabbas leysan.
•
Jesus var krossfestur saman við tveimum
lógbrótarum.
Seinastu orð Jesusar vóru: Tað er fullgjørt!
Tá skrædnaði forhangið í templinum.
•
Jesus varð gravlagdur í einum helli og steinur
veltur fyri munnan.
•
Triðja dagin reis Jesus upp frá deyðum.
•
Jesus opinberaði seg fyrst fyri Mariu
Magdalenu, seinni fyri lærusveinunum.
•
Lærusveinurin Tummas ivaðist, men tá hann
sá naglamerkini í hondum og fótum
hansara, trúði hann, at Jesus veruliga var
risin upp frá deyðum.
13. Páskavikan
Kristni 5 • Lærarabók
98