Kristi himmalsferðardagur
Vit halda Kristi himmalsferðardag til minnis um, at Jesus fór til
himmals. Hetta er 40 dagar eftir, at Jesus reis upp 1. páskadag.
Hvítusunnudagur og 2. hvítusunnudagur
Vit halda hvítusunnu til minnis um, at Heiligi andin kom. He
sin dagur er tíggju dagar eftir Kristi himmalsferðardag ella 50
dagar eftir páskadag. Báðir hvítusunnudagarnir eru heiligdagar.
Hetta hava vit lært
bls. 178
Her verður sum vant tikið samanum.
Arbeiðsbókin bls. 75- 77
Í hesum føri hoyra uppgávurnar undir “Vit hava lært.” Men
tær kunnu saktans takast áðrenn. Fyrsta uppgávan er at fnna,
nær kristnu hátíðirnar eru í ár: jólini, páskirnar, Dýri biðida
gur, Kristi himmalsfartsdagur og hvítusunna.
Svarini til uppgávu 3 bls. 76 eru í rættari raðfylgju:
•
Kristi himmalsferðardagur, jól, páskirnar, Dýri biðidagur og
hvítusunna.
Næmingarnir tekna søgugongdina í seks kassar, hvat hendi
á páskum.
13. Páskavikan
97
Kristni 5 • Lærarabók