Page 96 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tosið um myndina á bls. 175 í næmingabókini, sum er tikin
í katólsk­u kirkjuni, Mariukirkjuni, í Havn. Vitjið kirkjuna og
tosið um katólskar kirkjur yvirhøvur og hvussu tær eru bygd­
ar og pyntaðar, sæð í mun til okkara vanligu fólkakirkjur og
samkomuhús.
Annar páskadagur
bls. 176
Dagurin hevur ongan ávísan bíbilskan týdning, men er fram­
hald av 1. páskadegi. Henda dag hoyra vit um, at Jesus fer
leiðina til Emmaus saman við tveimum lærusveinum, ið at
byrja við ikki kenna hann.
Hugskot
Tosið um myndirnar á síðunum í næmingabókini í
kapitlinum Páskavikan. Hvønn almennan týdning kunnu
myndir hava? Hvønn týdning hava júst hesar kirkjuligu
myndir í kapitlinum um kristnu páskirnar? Tosið um hesar
myndirnar og hvat tær kunnu siga.
Hyggið at kortinum av Jerúsalem og síggið, hvat fór fram
í páskavikuni - sí bóklingin: “Á ferð ígjøgnum Bíbliuna” s.
26-27. (Føroya Skúlabókagrunnur 1996). Bóklingurin fæst
sum fokksett frá Námi.
Aktivitetir
Gerið eina stóra mynd av tí, ið hendi í Jerúsalem um
páskirnar. Farið verður í bólkar og næmingarnir velja
millum hesi evni: Jesus ríður inn í Jerúsalem, krossfesting-
in, Jesu deyði, jarðarferð hansara og uppreisn hansara. Tað
kann verða málað, klipt ella teknað. At enda verður alt sett
saman til eina stóra felagsmynd.
Samrøða
Takið samanum og tosið um, hví kristin halda páskir og um
hvørjir halgidagarnir eru á páskum.
Eftir páskir
Páskirnar vara til á hvítusunnu, men næmingabókin steðgar
við Jesu uppreisn. Tað kundi verið viðkomandi eisini at trivið
í, hvat hendi eftir Jesu uppreisn og til komu heilaga andans. Á
hendan hátt kunnu næmingarnir síggja tær stóru linjurnar í
endanum á Jesu lívi, og hvat síðan hendi. Men lærugreinin er
avmarkað í vavi, tveir tímar um vikuna, so her er at ansa eftir,
ikki at leggja ov nógv fyri. Tó ber í nógvum førum til at skipa
partsevnini í samráð við aðrar lærugreinir, føroyskt, søgu, tón­
leik, evning og feiri.
Dýri biðidagur
Fjórða fríggjadag eftir páskirnar er Dýri biðidagur, ið er tríggjar
vikur fyri hvítusunnu. Upprunin til hendan dag er, at Kristian
kongur fmti í 1686 vildi savna teir mongu bót- og biðjudagar­
nar, ið hann helt vera ov nógvar í tali, til ein felags stóran
biðidag.
13. Páskavikan
Kristni 5 • Lærarabók
96