Page 95 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Langi fríggjadagur
bls. 172
Hetta er dagurin, Jesus verður krossfestur. Hann varð kross­
festur um 9 tíðina um morgunin og doyði um 3 tíðina seinnra­
partin.
Hugskot
Hav ein kross við í tíman. Hvat vísir krossurin? Loddrætta
linjan kann ímynda viðurskiftini millum Gud og
menniskju og hin vatnrætta okkara viðurskifti við næstan.
Mangar kirkjur nýta krossar yvir altarinum. Somuleiðis
ganga nógv fólk við krossi í hálsbandinum. Meðan
krossmyndin sæst aftur í allar festu norðurlendsku
føggunum, er annarleiðis við grønlendska og samiska
fagginum. Tosið um hetta. Hvat síggja vit í sámiska og
grønlendska fagginum? Hvat síggja vit í hinum norður-
lendsku føggunum? Hvat kunnu ímyndir, súmbol, sum
krossur, sól, máni og hálvmáni siga okkum? Krossmerkið
verður á okkara leiðum ofta brúkt sum tekin um, at her býr
kristið fólk, men eisini sum ein ímynd av Jesu líðing. Eisini
eru hálsprýði, sum eru ein tómur krossur, ið boðar frá um
Jesu uppreisn og er tí eitt sigursmerki hjá teimum kristnu.
Lesið tekstir til henda dag: Matt 27,27-56, Mark 15,21-37,
Luk 23,26-49 ella Jóhs 19,17-37.
Syngið sangin Nr. 188 í sálmabókini, “Gakk undir Jesu
kross at stá”, ið snýr seg um tað, ið hendi langa fríggjadag.
Í krossfararaflminum “Kingdom of Heaven” (Ridley Scott
2005) eru vit í Jerúsalem. Arábarin Saladin kemur inn í
falnu kirkjuna og sær altarkrossin, sum í stríðnum er
dottin á gólvið. Hann tekur krossin upp og setur hann
aftur á altarið. Tosið um, hvat tað merkir at sýna virðing
fyri teim, ein ikki er samdur við, ja enntá er í kríggi við.
Samrøða
Jesus varð krossfestur, tí hetta var Guds vilji. Jesus sjálvur gekk
inn undir hesa líðing. Við deyða hansara fekk menniskjan
aftur samband við Gud og eina vón um ævigt lív.
Páskaaftan – Páskir
bls. 174
Hetta er kirkjunnar størsti høgtíðardagur.
Hugskot
Lesið frásøgnina, tá ið kvinnurnar, sum tær fyrstu, komu
til tómu grøv Jesusar, Jóhs 20,1-18. Aðrir tekstir til henda
dag: Mark 16,1-8 og Matt 28,1-10.
Lesið frásøgnina um ferð Jesusar til Emmaus, Luk 24,13-35.
Les um, tá ið Ábraham skuldi ofra Ísak, 1. Mós 22,1-19.
Samanberið við tekstin, tá ið Jesus verður ofraður.
Samrøða
Tosið um týdningin av at Jesus reis upp í kristnari trúgv og
um, hvat tað merkir, at hann vann á deyðanum og tí ónda.
13. Páskavikan
95
Kristni 5 • Lærarabók