Skírhósdagur bls. 170
Skírhósdagur
[skírisdagur]
er bara heiligdagur í nøkrum fáum
londum í heiminum.
Hendan dag heldur Jesus seinastu máltíðina saman við
lærusveinum sínum og sigur teimum, at hann fer at doyggja,
men at hann eisini fer at rísa upp. Jesus innsetir kvøldmáltíð
ina, ið saman við dópinum umboðar tey bæði sakramentini í
lutherska kristindóminum.
Til kvøldmáltíðina í kirkjuni nýta við Paulusar orð í
1. Kor
11,23-25
:
“...Harrin Jesus, ta náttina sum hann varð svikin, tók breyð,
og takkaði og breyt tað og segði: -Hetta er likam mítt, sum er
fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar! Somuleiðis tók
hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: – Hesin
kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so
ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!”
Hugskot
•
Lesið tekstir til henda dag: Matt 26,17-30 ella Jóhs 13,1-15.
•
Tosið um, hvussu tað kennist at vita frammanundan,
at nakað keðiligt fer at henda. Hevði tað verið gott at vitað,
hvussu framtíðin fór at verða fyri heimin og okkum sjálvi?
Samrøða
Tosið um, hvat tað merkir at svíkja onkran, og um næming
arnir kenna til hetta. Judas kom í sálarkvøl av at hava svikið
Jesus og fór og hongdi seg.
Arbeiðsbókin bls. 74
Næmingarnir skulu fnna tíggju feilir í málningi hjá Torbirni
Olsen av heilagu kvøldmáltíðini, sum hongur í Haldórsvíkar
kirkju.
Svar til uppgávuna:
13. Páskavikan
Kristni 5 • Lærarabók
94