Page 93 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hugskot
Nógvastaðni í Gamla Testamenti lesa vit, at Jesus skuldi
líða og doyggja. Les m.a. Sálm 22 og Jesaja 53, ið tosa um
Jesu líðing. Hetta ber til at lesa saman við næmingunum
og at tosa um.
Tosið um órættvísi í heiminum, har ósek mangan vera
happað og dømd. Tosa við næmingarnar um líðing í
heiminum, har menniskju líða fyri m.a. trúgv sína. Hetta
kann leiða prátið til tað, ið Jesus fór ígjøgnum í páska-
vikuni við endan av lívi sínum.
Sí frágreiðing um páskaprýði og páskaspøl í kapitli 12 í
lærarabókini.
Páskavikan bls. 168
Páskavikan er heitið á kapitlinum. Páskavikan verður eisini
nevnd dymbildagavikan, stilla vika.
Hugskot
Kannið eftir, hvørjir liturgiskir litir verða nýttir til ymsu
hátíðirnar í kirkjuni. Adventstíðin hevur viólbláan lit.
Hetta minnir um angur og bót. 2. jóladagur hevur reyðan
lit, ið skal minna á blóðið frá pínslaváttum. Hvítusunnan
hevur hvítan lit, ið minnir á, at Heilagi Andin kom til
jarðar. Sama hevur 1. jóladagur og 1. páskadagur.
Trintitatistíðin hevur grønan lit, sum minnir okkum um
lív og vøkstur. Prestur nýtir messuakul, tá ið hámessa er í
kirkjuni. Undir altarganginum fer hann í ein búna, ið
hevur lit eftir høgtíðini, sum er.
Sí tilfar um páskaprýði og páskaspøl í kapitli 12 í
lærarabókini.
Pálmasunndagur bls. 169
Henda dag hoyra vit um, at Jesus ríðir inn í Jerúsalem.
Hugskot
Fólkið legði pálmagreinar á vegirnar, og tey róptu
hosianna, tá ið Jesus kom ríðandi inn í Jerúsalem. Tosið
um, hvussu vit vísa øðrum virðing og heiður.
Lesið um, tá ið kvinna salvaði Jesus áðrenn deyða hansara.
Mark 14,3-9 og Jóhs 12,1-16.
Leiti á YouTube eftir sanginum “Hymn of Brays” eftir
David Olney. Finnið tekstin og giti, hvør er frásagnar-
persónur í sanginum. Bray merkir at gneggja. Tað er asnin,
ið gneggjar.
Í sambandi við páskirnar ber eisini til at lurta eftir norska
føgusavninum “Poetens Evangelium” (Kirkelig Kultur-
verksted 1993), har Morten Harket syngur kendar norskar
yrkingar um Jesu lív og deyða.
13. Páskavikan
93
Kristni 5 • Lærarabók