Page 92 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
13. Páskavikan
Aftast í lærarabókini
Tína dýrd tú ofraði
Vegin út á krossin
Á Golgata høvd var ein krossur
Meira um evnið
Páskirnar eru størsta kristna hátíðin. Vit minnast Jesu deyða og
uppreisn og siður hansara á deyða og á tí illa. Fyri tey kristnu
er hetta gleðiboðskapurin um, at menniskjan nú hevur at­
gongd til Guds ríki í trúnni á Jesus. Paulus sigur, at um Jesus
ikki var deyður, so var kristni boðskapurin syndarligur, og tá
var trúgvin til fánýtis (1. Kor 15,12-29).
Tað er ikki vist, at tey fyrstu kristnu hava hildið páskir. Seint
í 3. øld varð semja gjørd um, at Jesus doyði langa fríggjadag og
reis upp sunnudag. Eftir kirkjufund í Nikea ár 325 varð tíðar­
bilið fyri páskirnar lagt.
Páskatónleikur
Bíbliunnar frásøgn um Jesu líðing, deyða og uppreisn hevur
hugkveikt mong tónaskøld og sálmayrkjarar gjøgnum tíðirnar,
klassisk og nútímans. Ofta verða ymisk tónaverk og sangverk
framførd um páskirnar.
Nevnast kann passiónstónleikurin í protestantisku kirkjuni,
ið snýr seg um Jesu líðing. Kendasta klassiska tónaskaldið er
Johann Sebastian Bach, ið hevur skrivað Matteus- og Jóhannes­
passiónina. Tað verður hildið, at hann eisini hevur gjørt Lukas­
passiónina og Markuspassiónina.
Her fnna vit solistar, ið umboða Jesus, Judas, Pilatus og
onn­ur kend nøvn. Ein evangelistur greiðir frá bíbilsku gongd­
ini. Eitt kór hevur leiklutin sum fólkamongdin. Einstøku
partarnir eru knýttir saman við vøkrum koralum (sálmum), ið
undirstrika søgugongdina og samstundis knýta samband við
protestantisku gudstænastuna.
Av øðrum klassiskum verkum kunnu verða nevnd:
Georg Philipp Telemann: Matteuspassión.
Reinhard Keiser: Markuspassión.
Heinrich Schütz: Lukaspassión, ið verður sungin
a cappella, t.e. uttan ljóðføri.
Carl Heinrich Graun: Der Tod Jesu, ið er væl umtókt.
Nógvar koralir eru í hesum tónaverki.
Latínska miðaldarpáskatónaverkið Stabat Mater er
framborið av nógvum tónaskøldum m.a. Antonio Vivaldi,
Joseph Haydn, Domenico Scarlatti, Giuseppe Verdi og
Franz Schubert.
Umframt hetta er feiri páskasálmar, ið eru á føgum bæði á
føroyskum og útlendskum máli.
Av nútímans verkum kunnu verða nevnd:
Andrew Lloyd Webber og Tim Rice: Jesus Christ Superstar
Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen: Jesus og
Makedonarin
Øivind Varkøy: Poetens Evangelium
Kristni 5 • Lærarabók
92