Page 91 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
13. Páskavikan
13
Páskavikan
Tittulblað
Tosið um tittulmyndina. Hvat síggja vit? Hvat sigur myndin?
Hvat slag av mynd man hetta vera? Hvaðan man ein tílík
myndin stava? Tosið um huglaðið í myndini. Hvat kunnu vit
siga um eyguni? Ikki er neyðugt at verða so nágreinilig, men
heldur at koma inn á hetta slagið av standmyndum, sum ser­
liga síggjast í katólskum kirkjum, og nágreiniliga mynda Jesu
líðing við tornakrúnu, blóðdropum og tárum. Kunnu ímynd­
irnar, súmbolini, verða ov ágangandi?
Sálmar og sangir til evnið:
Sálmabókin
Nr. 166 Aftur føstuklokkan ljóðar
Nr. 173 Klettur klovin fyri mær
Nr. 179
So stillan Jesus gongur
Nr. 188 Gakk undir Jesu kross at stá
Nr. 190
Stíg seggur, oman Golgata
Nr. 192 Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
Nr. 193 Krist reis upp frá deyða
Nr. 194 Kristus reis frá deyðum
Nr. 201 Grøvin sterka rivnað er
Nr. 203
Frøist nú hvør, ið frøast kann
Nr. 205 Heiður tær veri
Nr. 206 O, sælast stund
Her fara vit at læra um:
pálmasunnudag, tá Jesus
reið inn í Jerúsalem
skírhósdag, tá Jesus og
lærusveinarnir ótu ta
seinastu kvøldmáltíðina
saman
langafríggjadag, tá Jesus
varð krossfestur
páskaaftan og páskadag,
tá Jesus reis upp aftur frá
teimum deyðu
2. páskadag, tá Jesus
opinberaði seg fyri
tveimum lærusveinum á
veg til Emmaus
91
Kristni 5 • Lærarabók