•
Aftast í lærarabókini
Byggja Guds ríki
Tað lítla ljós eg fekk
Meira um evnið
Ávegismálini í kirkjusøgu í námsætlanini eftir 6. fokk eru
m.a.:
1 at greiða frá kirkjusøguni á staðnum
2 at greiða frá øðrum kristnum samkomum á staðnum
Í hesum kapitlinum verður miðað eftir, at næmingarnir
viðgera hesi evni við myndum og samrøðum í fokkinum.
Fyrst verður komið inn á heitini á gudshúsum hjá ymsum
kirkjuliðum og samkomum í Føroyum og síðani um nøvn
teirra. Eisini verða kirkjuligu tænasturnar viðgjørdar: dópur,
konfrmatión, brúðarvígsla og jarðarferð.
Orðið “ritur” kann vera nýtt í einum breiðum samanhangi,
ið er kent frá øllum átrúnaði.
At enda í hesum kapitli verður grundlógin og kirkjuskipanin
tikin fram.
Fólkakirkjan bls. 30
Komið verður inn á ymisk heiti á gudshúsum. Summi gudshús
eru uppkallað eftir heimstaðnum: Hests kirkja ella missións
húsið í Kollafrði, og onnur hava heiti eftir støðum í Bíbliuni.
Hugskot
•
Tosið um, hvaðan nøvnini á gudshúsum stava. Finnið
bíbilsku nøvnini í Bíbliuni. Hvat serligt var júst við hesum
navni ella staði í Ísrael?
•
Tosið um, hvat kirkjan vil við sínum boðskapi? Býr Gud í
kirkjuni? Passar hann inn har? Hvønn brúkar Gud at
arbeiða í síni kirkju? Hví eitur tað fólkakirkja?
•
Tosið um einsemi og felagsskap.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir skulu hjálpa trimum børnum á veg í kirkju, bls.
12. Teir skulu somuleiðis fnna røtt nøvn til tær kirkjur og tey
gudshús, ið hoyra til bls. 13 í Arbeiðsbókini.
Fólkakirkjan bls. 31
Tosað verður um kirkjuna á heimstaðnum. Hesa kenna
næmingarnir og hava óivað vitjað hana. Ofta er hon sjónlig í
landslagnum.
Hugskot
•
Hav eina mynd við í tíman av kirkjuni/gudshúsunum hjá
tykkum.
•
Hygg inn á www.folkakirkjan.fo. Har stendur, nær tær eru
bygdar, hvør hevur teknað tær. Somuleiðis fnnir tú nøvn
á prestum í ymsu prestagjøldunum, reglur v.m. Somuleiðis
eru heimasíðir hjá øðrum gudshúsum í Føroyum.
2. Fólkakirkjan
21
Kristni 5 • Lærarabók