Aktivitetir
•
Vitjið kirkjuna á staðnum. Fáið prest ella onkran kirkju-
kunnugan at greiða frá søguni um kirkjuna og at vísa og
greiða frá ymsu lutunum í kirkjuni v.m.
•
Gerið eina næmingagudstænastu, um dagin ella kvøldið,
har næmingarnir fáa ymsar uppgávur, t.d. at vera deknur,
klokkari, sangarar, at spæla undir og lesa ymsar stuttar
tekstir upp úr bíbliuni.
•
Gev næmingunum eitt spurnarark við í kirkjuna, ið teir
fylla út, meðan teir eru har. Dømi: Hvussu nógv vindeygu
eru, hvat skriftorð stendur uppi yvir altarinum, hvat
stendur á kirkjuklokkuni, hvussu nógvar “stemmur” hevur
kirkjuurgan v.m.
•
Havið eina sangløtu, har tit syngja teir sálmar, ið
næmingarnir kenna best úr sálmabókini. Bið møguliga
urguleikaran í kirkjuni spæla undir ella onkran næming/
lærara, ið dugir. Um hetta ikki letur seg gera um dagin, so
kann hetta eisini vera um kvøldið. Spyr prest um loyvi.
•
Sum tvørgreinaarbeiði kunnu lærarar í kristni og evning
skipa fyri, at næmingarnir gera eitt modell av kirkjuni á
heimstaðnum. Næmingarnir gera ymisk arbeiði í bólki: ein
bólkur evnar kirkjubygningin við t.d. stívum pappi og
málar hann, ein annar evnar fólk og bilar, ið standa uttan
fyri kirkjuna á parkeringsbásum. Grundplátan verður
málað grøn, og síðan verður alt til seinast sett uppá pláss.
Um arbeiðið skal vera meira umfatandi, so kann høsnar-
hegn nýtast sum undirlag omaná plátuna, har ávíspappír
verður límað við tapetlími á og síðan málað við hóskandi
litum.
Tilfar:
1x1,5 metur (ella sum tað passar) t.d. spónpláta,
høsnarhegn, stívt papp, máling, penslar, saksar, skúlalím,
blýantar, tapetlím.
Takið myndir av hesum og leggið tær út á heimasíðuna hjá
fokkinum, um nøkur er, møguliga saman við øðrum
tilfarið, ið verður gjørt í kristni.
Samrøðan
Kirkjan hevur sínar røtur afturi í gamla tjaldtemplinum hjá
ísraelsfólki. Síðan kristnin fór um Evropa/heimin, hava kirkjur
og gudshús verið bygd, har fólk koma saman um Guðs orð.
Sniðini á bygningunum er ymisk alt eftir fólkastødd, um
hvørvi, har teir standa, fíggjarligu karmunum, arkitekti,
hvussu fjølbroytt arbeiðið er á staðnum og harvið hvørji krøv
eru til kirkjuna/gudshúsið v.m. Tosið eisini um líkleikarnar.
Næmingarnir greiða frá nøvnum á kirkjum og samkomuhús
um, teir kenna. Tosið um gudshúsini á heimstaðnum, nær
tey vóru bygd, hvussu nógv sitipláss eru, hvør er prestur ella
samkomuleiðari v.m. Tosið um stødd, snið, innrætting og eitt
hvørt, ið er serstakt.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir tekna kirkjuna á heimstaðnum uttan og innan,
tveir rútar eru til hetta á bls. 14.
2. Fólkakirkjan
Kristni 5 • Lærarabók
22