Page 23 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tænastur í kirkjuni
bls. 32-­35
Her verða tær kirkjuligu tænastunar umrøddar: dópur, ferm­
ing, brúðarvígsla og jarðarferð umframt aðrar serligar tænastur.
Havast skal í huga, at ikki øll hugsa tað sama um dóp og ferm­
ing.
Hugskot
Spyr næmingarnar um dóp og tosið um ymisk dóps-
sjónarmið. Gleða teir seg at skula fermast? Um so er, hví?
Hvat sigur brúðarvígsla og jarðarferð teimum? Havast skal í
huga, at ikki øll vera fermd og doypt. Samtalan má tí vera
rúm.
Tosið við næmingarnar um, hvat kirkjan ikki kann nýtast
til. Hví kann hon ikki tað? Samtalið um, hví vit víga
kirkjur.
Lesið og tosið um frásøgnina, tá ið Jesus rak fólkini, ið
keyptu og seldu, út úr templinum. Sí Matt 21,12­14
Samrøðan - bls. 35
Tosið um, hvørjar dagar, vit serliga minnast. Hví minnast vit
teir?
Tosið um, hvørjar upplivingar næmingarnir hava í samband
við luttøku í kirkjuligum tænastum.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir svara spurningum um kirkjuligu tænasturnar,
bls. 15. Teir tekna ringar á mannfólka­og konufólkahond, bls.
16.
Grundlógin - trúarfrælsi
bls. 36­-37
Víst verður í prosentum á luttøkuna í fólkakirkju, kristnum
trúarbólkum og øðrum trúarsamfeløgum.
Hugskot
Setið tøl í stabbamynd ella hóskandi talvu.
Hyggið at heimasíðum hjá ymsum trúarbólkum.
Samrøðan
Tosað verður um grundlógina, ið er lógin yvir og undir øllum.
Greið næmingunum frá, at hon er grundarlagið undir øðrum
lógum og reglum í samfelagi okkara.
2. Fólkakirkjan
23
Kristni 5 • Lærarabók