”Eg trúgvi á Jesus Krist, Guds einborna son …”
2. grein í ápostolsku trúarjáttanini
Meira um evnið
Í Kristni 4 er 1. grein av trimum greinum í ápostolsku trúar
játtanini umrødd, Gud faðir. Í Kristni 5 er 2. grein tikin fram,
Gud sonur, og í Kristni 6 verður tosað um Gud heilaga anda. Í
øllum greinum er Gud nevndur sum Faðirin, Sonurin og Heil
agi Andin. Gud er ein og samstundis tríggir tey kristnu trúgva
á ein tríeindan Gud.
Orðið tríeind kemur ikki fyri í Bíbliuni. Theoflus úr Alek
sandria var fyrstur at peika á hetta, men tað var kirkjufaðirin
Tertullian (f. ár 160), ið fyrstur rættuliga kom fram við hesum.
Í frumkirkjuni var stórt gudfrøðiligt stríð viðvíkjandi tríeindi
ni, og serliga um annan persónin. Spurningurin var, hvussu tú
skuldi skilja viðurskiftini millum Faðirin og Sonin og m.a. um
Jesus hevði verið til frá byrjan.
Jødar hava bara Gud faðir við í teirra gudsmynd. Teir undir
strika hetta m.a. við 5.
Mós 6,4. “Hoyr Ísrael, Harrin, Gud vár, Harrin er einastur.”
Profetarnir nevna eisini ofta, at Gud er ein, og at umframt
hann er eingin Gud til. Jes 44,6. Vit fnna hetta eisini í N.T. t.d.
Jóh 17,3 og í 1. Kor 8,4. Tó verður feiri staðni peikað á tríeind
ina m.a. Gud sonur í missiónsboðunum um at doypa í navni
Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Matt 28,1820. Sí eisini
Jesu dóp, Matt 3, 1617 og ápostólsku heilsaninar, 2. Kor 13,13.
Tá vit siga Guds sonur, so er skjótt at halda, at hann er und
ir Gud faðir. Tað, sum faðirin hevur og er, tað hevur og er
Sonurin. Hebr 1,14 Hetta sæst serliga aftur, tá ið Jesus verður
doyptur. Sí Jóh 3,16 – lítla Bíblian.
Bíblian nevnir feiri staðni, at Jesus var við, tá ið heimurin
var skapaður: Kol 1,16, Jóh 17,5, Jóh 1,118 og 1.Jóh 1,13.
Jóhannesar evangeliið er eitt gott stað at leita til, tá Kristi
guddómleiki verður umrøddur. Jesus tosar her um, hvussu
hann og faðirin eru eitt t.d.: Jóh 5,1923, Jóh 10,30 og Jóh 17,5.
Hjá Jóh 1,14 stendur, at Jesus hevur dýrd, sum einborni sonur
hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.
Ápostólska trúarjáttanin
bls. 40
Fólkakirkjan nýtir mest hesa trúarjáttan, hóast tað eru feiri
aðrar trúarjáttanir, m.a. hin nikænokonstantinopolitanska
trúarjáttanin og hin athanasianska trúarjáttanin.
Umframt hetta eru onnur luthersk játtanarrit: hin augsburg
ska trúarjáttanin og Luthers lítla Katekismus.
Luther skrivaði um 2. grein:
Eg trúgvi, at Jesus Kristus, ið er sannur Gud, føddur av
faðirnum í upphavi, og eisini sannur maður, føddur av Mariu
moy, er harri mín, sum hevur endurloyst meg farnu og dømdu
menniskju, bjargað og vunnið meg frá øllum syndum, frá
deyðanum og frá djevulsins valdi, ikki við gulli ella silvuri,
men við sínum heilaga, dýrabara blóði og við síni sakleysu
pínslu og deyða, fyri at eg með alla skal vera hansara og í ríki
hansara
3. Fólkakirkjan
26
Kristni 5 • Lærarabók