Page 27 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
liva undir honum og tæna honum í ævigum rættlæti, sak­
loysi og sælu, líkasum hann er staðin upp frá deyðum, livir og
ræður um allar ævir. Sanniliga er tað satt.
Úr Luthers katekismus.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir skulu seta myndir frá Jesu lívi í rætt talrað, bls.
18. Teir skulu eisini tekna eftir einari tekning av Jesusi, bls. 19.
Somuleiðis skulu teir sjálvir tekna 4 tekningar, ið einfalt lýsa
brot úr Jesu lívi frá byrjan til enda, bls. 20.
Jesus – Gud sonur bls. 41
Her verður sagt, at Gud, av kærleika til heimin, sendi son sín.
Bíblian sigur, at syndin hevði oyðilagt sambandið millum Gud
og menniskjuni. Men tá ið fólkið angraði sína synd, so fyrigav
Gud teimum.
Í 1. Mósebók lesa vit, at ísraelsfólk liðu stóra neyð í
oyðimørkini, tí ein hervilig sjúka var farin at ganga. Fólk í
hundraðtali doyðu, men Gud bað Móses gera ein koparorm.
Tey, ið hugdu uppá hann, gjørdust frísk. Koparormurin er
ein mynd av Jesusi: “Og eins og Móses hevjaði upp ormin í
oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upp­
hevjaður til tess, at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í
honum.”
Jóh 3,14­15
Profetorð um Messias:
Men av Isai runni skal kvistur spretta fram, og angi av
rótum hans bera frukt. Og Andi Harrans skal hvíla yvir
honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi
kunnskapar og ótta Harrans.
Jes 11,1­2
Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum
hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða
kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar Faðir, friðar-
høvdingi.
Jes 9,6
Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá
tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael;
frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum.
Mika 5,1
Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir: Sí
kongur tín til tín kemur; rættvísur er hann og sigursælur,
lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola. Hann birtir
frið millum tjóða við sínum orði; frá havi til havs skal vald
hansara røkka, frá Ánni alt at endamarkum jarðar.
Zak 9,9­10
Men hann var særdur vára synda vegna og sundurbrotin
vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður
á hann, og av sárum hans fngu vit heilsubót.
Jes 53,5
Gud segði við ormin: -Og eg seti fjandskap millum teg og
konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal
morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!
1 Mós, 3,15
Hugskot
Lat næmingarnar sláa upp í Bíbliuni á tey skriftorð, ið eru
nevnd omanfyri og somuleiðis tey, ið eru nevnd á bls. 41 í
3. Fólkakirkjan
Kristni 5 • Lærarabók
27