Page 28 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
næmingabókini.
Í sambandi við evnið um jólini í næmingaókini til 4. fokk,
var farið ígjøgnum teir týdningarmestu partarnar um Jesu
føðing. Eisini ber til at lesa Luk 1,26­38, Luk 2,1­20, Matt
1,18­25, ið umrøða hetta.
Tosið um týdningin av, at Maria gjørdist við barn av
Heilagum Anda.
Jesus – eitt menniskja
bls. 42
Jesus var eitt vanligt menniskja og samstundis Gud. Sum
menn­iskja kendi hann til alt tað, tað kennir og tørvar. Jesu
deyði verður nærri lýstur undir páskavikuni, bls. 167.
Hugskot
Tosið um ymsu nøvnini, ið Bíblian hevur um Jesus. Lesið
skriftorðini, lat næmingarnar sláa upp í Bíbliuni. Skrift
orðini eru sett upp, so tey fylgja raðfylgjuni í Bíbliuni.
Livar undrast um aldurin á Jesusi, tá ið hann doyði. Hvat
er ungt og hvat er gamalt hjá næmingum í 5. fokki? Tosið
um aldur.
Arbeiðsbókin
Næmingurin svarar spurningum við at nýta Bíbliuna, bls. 21
Hvønn hildu fólk
Jesus vera bls. 44
Fólk á Jesu døgum vóru ikki á einum máli um, hvør Jesus í
roynd og veru var. Í dag er støðan kanska tann sama.
Um Jesu uppreisn: t.d. Jóh 20. Jesu himmalsferð:
Áp 1,1­11. 24
Samrøðan
Næmingarnir vita nógv at siga frá um Jesus, hansara orð, lív og
virki. Lat allar næmingarnar sleppa framat við sínum.
Hugskot
Tosið um hvat Lutherska læran sigur um Jesus?
Eru søgulig prógv fyri øllum, sum stendur í Bíbliuni?
Hvat er trúgv, og hvat er sannroynd?
Hyggið í bókina “Jesus í myndlistini” (Neil Morris, Føroya
Skúlabókagrunnur 2006) og tosið um, hvussu Jesus hevur
verið lýstur í málningum.
Hyggið at flminum “The Greatest Story Ever Told”
(George Stevens 1965). Filmurin lýsir Jesus við støði í
evangeliunum. Filmurin varir 225 min. Aðrir flmar eru, ið
eisini lýsa Jesus.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir ímynda sær eina samrøðu, har fólk vita tíðindi
um Jesus. Staðið er við ein brunn. Næmingarnir gera eina ein­
3. Fólkakirkjan
28
Kristni 5 • Lærarabók