4
Teir tólv
4. Teir tólv
Tittulblað
Tosið um tittulblaðið. Myndin er tikin av einum av teimum
tólv Kirkjubøstólunum og vísir Pætur ápostul við lykli í hond,
Matt 16,19
.
Sálmar og sangir
•
Sálmabókin
Nr. 158 Far út við tíni nót á dýpið, Pætur
Nr. 369 Gakk tú fram við góðum treyst
•
Aftast í lærarabókini
Tveir lærusveinar ein dag
(Sunnudagsskúlasangbókin)
Pætur og Jákup og Jóhannes á báti
(Sunnudagsskúlasangbókin)
Pætur út á vatnið gekk
Um evnið
Tá ið Jesus var vorðin 30 ára gamal, varð hann doyptur av
Jóhannesi doyparanum í Jórdan ánni. Ein rødd av himni segði:
»Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.«
Matt 3,17. Her byrjar hansara serligi gerningur, ið hann var
komin til jarðar at gera: at kunngera, at Guds ríkið var komið,
eins og Jóhannes eisini hevði boðað um. Guds ríki sum eitt
ríki, ið er til staðar okkara millum og sum eitt framtíðar ríki.
Aftaná at Jesus hevði staðið royndina í oyðimørkini, har
Djevulin hevði freistað hann, eftir, at hann hevði svøltað í 40
dagar, fór hann at fnna sær lærusveinar, tólv íalt.
Vanligt var at lærumeistarar høvdu lærusveinar, ið vóru
upplærdir av meistara teirra. Talan var um ein felagsskap.
Somuleiðis hjá Jesusi og lærusveinunum.
Lærusveinarnir vóru vanligir menn, fskimenn og ein tollari,
Matteus, og ein kanska víðgongdur, Símun Zeloturin. Hesir
Her fara vit at læra um:
•
lærusveinarnar Símun
Pætur og Andrias
•
tollaran Matteus, sum
valdi at fylgja Jesusi
•
hvussu lærusveinarnir
hjá Jesusi endaðu sínar
dagar.
30
Kristni 5 • Lærarabók