4. Teir tólv
høvdu festir óivað familju, onkur var giftur (Pætur), og høvdu
eitt dagligt arbeiði at síggja til. Jesus hevur havt ein serligan
myndugleika, tá ið teir valdu at fylgja honum.
Lærusveinarnir vóru vitni til alt tað, ið Jesus segði og
gjørdi, og teir skuldu seinni fara út við gleðiboðskapinum og
kunngera alt tað, teir høvdu sæð og upplivað saman við harra
sínum. Teir høvdu eitt stórt trúvirði eftir Jesu himmalsferð,
tí teir høvdu fylgst við Jesusi. Tað vóru eisini teir, ið góvu
høvuðsíblástur til evangeliini.
Næmingabókin lýsir teir sum menniskju, ið einki høvdu
fram um onnur menniskju: teir óttaðust, stúrdu, tráaðu eftir
teimum bestu plássunum, ivaðust, sviku Jesus og fóru frá hon
um, áðrenn deyða hasara.
Lívsleiðin hjá teimum skuldi ikki gerast løtt. Teir upplivdu
vónloysi, tá ið Jesus varð tikin frá teimum bæði við deyða og
himmalsferð hansara. At Jesus reis frá deyða, hevur enn eina
ferð prógvað fyri teimum, at Jesus veruliga var Gud, sum hann
hevði sagt seg vera.
Fylgiskapurin við Jesus hevði sett djúp spor í teimum. Eftir
at Heilagi Andin kom yvir teir, fngu teir kraft og megi at fara
út við gleðiboðskapinum. Jesu fyrsta kall fylgdi teimum til
teirra deyðastund, – allir doyðu sum pínslarváttar kanska un
dantikið Jóhannes.
Í Kristni 6 verður meira talað um lærusveinarnar, ið seinni
fngu navnið ápostlar, sum merkir sendiboð. Tá verður
Ápostlasøgan umrødd, har teir høvdu ein avgerandi lut í teirri
fyrstu kristnu kirkjuni. Somuleiðis verður Pætur serliga lýstur í
sambandi við teir bíbilsku persónarnar á miðsíðunum.
Tað er skjótt at villast í nøvnunum á lærusveinunum, tí
tveir itu Símun, tveir Jákup og tveir Judas.
Hesir vóru lærusveinarnir:
Pætur:
eisini kendur sum Símun ella Símun Pætur. Hann leyp
ofta framav, tí hann ikki hugsaði seg so væl um. Hann elskaði
Jesus og var leiðari hjá lærusveinunum.
Andreas:
bróðir Pæturs.
Jóhannes:
var serligur vinur Jesus og helst yngstur av læru
sveinunum. Hann skrivaði Jóhannes evangeliið.
Jákup:
bróðir Jóhannesar.
Filip:
frá sama býi sum brøðurnir Pætur og Andreas.
Bartolemeus:
óivað tann sami sum Natanael, vinur Filips, sum
í fyrstuni ivaðist um Jesus.
Matteus:
var tollari og hevur skrivað Matteus evangeliið. Eisini
kendur sum Levi.
Tummas:
eisini kendur sum Didymos. Hann ivaðist, um Jesus
var risin upp, og vildi fyrst síggja naglamerkini í hondum og
fótum hansara.
Símun:
eisini nevndur Símun Zeloturin, tí hann møguliga
hevur verið limur í jødiskum ófriðarfelagsskapi, ið bardist móti
rómverjum, áðrenn hann møtti Jesusi.
Jákup:
sonur Alfeus. Hvørki hesin Jákup ella bróðir Jóhannes
hava skrivað Jákupsbrævið, men helst bróðir Jesus.
Judas:
sonur Jákups.
Judas Iskariot:
tók sær av peningakassanum hjá lærusveinun
um. Um hann stendur, at hann tók úr punginum hjá læru
sveinunum og at hann sveik Jesus og seinni hongdi seg.
Kristni 5 • Lærarabók
31