Page 32 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jesus og lærusveinarnir
bls. 48
Símun Pætur og bróðir hansara Andrias vóru teir fyrstu, ið Jes­
us kallaði at vera lærusveinar. Jesus gav seinni Símuni navnið
Pætur, ið merkir klettur. Á hendan klett vildi hann byggja
kirkju sína. Pætur var ein leiðari. Hann er tann lærusveinurin,
ið oftast verður umrøddur í evangeliunum. Eins og Dávid
kong­ur á sinni gekk hann í seg sjálvan, tá ið hann hevði borið
seg skeivt at. Hann skrivaði bæði Pætursbrøvini.
Hugskot
Hyggið á Youtube, ella aðrastaðni á netinum, eftir
Genesaret vatninum. Fiskasløgini eru tey somu, hóast
hentleikar og bátasnið eru broytt frá Jesu tíð.
Tosið um, hvussu vit bera okkum at at fáa arbeiði í dag, um
at søkja arbeiði, senda umsókn, har vit siga, hvørji vit eru,
og hvat vit duga til, próvtøkuúrslit og viðmæli. Tosið um,
hvat krevst av útbúgving og ikki útbúgving til ymisk
arbeiði.
Tosið um, hvat er ein leiðari, hvat krevst av honum – hvat
er ein góður og ein ringur leiðari? Tosið um týdningin av
hesum. Vit tosa um at hava leiðaraevni, at duga við fólki,
at duga at geva ábyrgd, at duga at fáa fólk at halda fast
um eina sjón o.s.fr. Nú krevst ofta skúlagangur, um tú
ætlar at gerast gerast leiðari og at vera ein góður leiðari.
Men evni og royndir eru altíð avgerandi.
Tosið um, hvat krevst av einum limi í einum felagsskapi,
um reglur, krøv, limagjald v.m. Hvat er at vera trúgvur,
heiðurligur, hollur, rættvísur, eyðmjúkur og ærligur?
Tosið um, nær nakað verður eitt lívskall. Nær gerst ein
uppgáva so týðandi, at vit vilja leggja alt annað til síðis?
Tosið um sálmin: “Gakk tú fram við góðum treyst”, nr 369
í Sálmabókini við serligum denti á triðja ørindi: Fyri tí tú
veitst er rætt, doyggj um so man vera, tá skal lívið falla
lætt, deyðin einki gera.
Skapandi arbeiði
Spælið ein leik, har Jesus fær sær lærusveinar. Hvussu
halda næmingarnir, at teir svara uppá Jesu kall.
Matteus verður
lærusveinur bls. 49
Matteus var tollari og kravdi skatt inn fyri rómverjar. Sagt varð
um tollararnar, at teir tóku mangan ov nógv og stungu pening
í egnan lumma. Tí vóru teir ikki høgt í metum millum jødar­
nar. Men Jesus hugsaði ikki sum fólk fest. Hann var saman við
teimum og somuleiðis teimum lægstu í samfelagnum. Jesus
kallaði tollaran, Matteus, at gerast ein av lærusveinum sínum.
Eina aðra ferð hoyra vit um yvirtollaran Sakeus, ið kleiv upp í
eitt træ fyri at síggja Jesus, tí hann var lítil á vøkstri. Jesus bað
hann koma niður, tí hann ætlaði at vitja hendan mann.
Luk
19, 1-10.
4. Teir tólv
32
Kristni 5 • Lærarabók