Page 33 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hugskot:
Tosið um pening. Nær verður tú snýttur í peningi? Hvat er
at stjala, og hví er hetta ikki dámt? Hví er neyðugt at
arbeiða?
Hvør er tollari ídag? Tosið um TAKS. Hví rinda vit skatt?
Hvussu var, um eingin rindaði skatt?
Tosið um myndina á s. 49
Lærusveinarnir vóru
vanligir menn bls. 50
Sí meira um hetta í innganginum til hendan kapittul í lærara­
bókini.
Jesus valdi sær ikki teir menn, ið sótu í nevndum og ráðum
og høvdu høgt heiti. Hann valdi sær vanligar menn, ið um­
boðaðu stóru fjøldina av fólkinum.
Teir vóru heldur ikki yvirmenniskju. Í øllum umboðaðu teir
ta menniskjansligu síðu, ið fest menniskju kenna til við teirra
iva, ótta og spurningum. Um menniskju ikki kenna til hetta,
so eru tey ikki menniskju. Tað, sum tykist sum veikleiki, kann
eisini vera ein styrki. Stúran kann fáa okkum at fyrireika okk­
um til framtíðina, ivi fær okkum at seta røttu spurningarnar
o.s.fr.
Ein eginleiki, sum lærusveinarnir helst hava havt, er viljin
at læra, viljin at vera lærusveinur.
Hugskot
Tosið um, hvat er ein vanligur maður ella kona (Palleba,
Marsanna) í dag.
Tosið um kenslur, huglag og menniskjansligar síður hjá
menniskjum. Um góðar og minni góðar síður.
Tosið um myndina hjá Leonardo da Vinci (1452-1519).
Hon er tann kendasta myndin, hann hevur gjørt, tá vit
ikki hugsa um málningin av Mona Lisu. Umframt at fáast
við list, var hann ein stórur vísindamaður. Finnið fram
til, hvør Leonardo var, og fnnið feiri dømi um myndir,
hann hevur málað.
Teir tólv bls. 50
Sí listan við lærusveinunum í byrjanini av hesum kapitli í
lærarabókini. Har stendur meira at lesa um teir.
Hugskot
Tosið um heilag tøl (3, 7, 12). Finnið dømi í Bíbliuni, har
hesi tøl koma fyri. Dømi: tríeindin, sjey dagar í viku, ísraels
tólv ættir v.m.
Samrøða
Her kann vera tosað um flms-, sangstjørnur og ítróttastjørnur,
ið mangan vera dyrkaðar sum nakað serligt. Ofta leggja vit
oyra til, hvat hesi hava at siga og fylgja teirra fyridømi uppá
gott og ilt. Hvat er ein góður leiðari, ein góður persónur, ið vit
4. Teir tólv
Kristni 5 • Lærarabók
33