Vit hava lært:
•
Lærusveinarnir hjá Jesusi vóru ikki ríkmenn,
lærdir ella høgt virdir prestar. Teir vóru
vanligir menn við vanligum størvum.
•
Lærusveinarnir hjá Jesusi valdu at doyggja
fyri trúnna. Katólska kirkjan hevur skýrt teir
halgimenni at vera.
•
Lærusveinarnir eru avmyndaðir á
kirkjubøstólunum.
Lærusveinarnir doyðu
fyri trúgv sína bls. 52
Jesu kall til lærusveinanna var eitt kall, ið fylgdi teimum alt
lívið. Tíðin saman við Jesusi hevði givið teimum trúgv á hann.
Hóast forfylgingar, so sviku teir ikki hesa trúgv og liðu at enda
pínslarváttardeyða undantikið kanska Jóhannes ápostul.
Hugskot
•
Vitjið Fornminnissavnið og hyggið at Kirkjubøstólunum.
Fá onkran at greiða frá, hvat súmbolini merkja, ið standa á
teimum. Hoyrið um søguna hjá Kirkjubøstólunum.
•
Lat næmingarnar lesa ella hoyra bókina hjá Jógvan
Isaksen: Teir horvnu Kirkjubøstólarnar, antin sum bók ella
sum ljóðføgu. Hetta kundi eisini verið eitt hugskot at givið
víðari til læraran, ið hevur næmingarnar í føroyskum.
•
Tosið um, hvat eitt halgimenni er í katólsku kirkjuni. Hvat
krevst av einum slíkum fyri at gerast halgimenni? Finnið
dømi um halgimenni á netinum.
•
Tosið um, nær nakað kostar okkum so nógv, at hetta gerst
ein líðing.
4. Teir tólv
Kristni 5 • Lærarabók
35