Her fara vit at læra um:
•
bønina faðirvár
•
líknilsið um farisearan
og tollaran
•
innihaldið í einari bøn
•
tað, sum Martin Luther
lærdi um faðirvár
•
bønina hjá Sankta Frans
5. Faðirvár
5
Faðirvár
Tittulblað
Tosið um tittulblaðið. Hvat síggja vit á myndini? Hvat hendir?
Er umráðandi at vita, hvar myndin er tikin, inni ella úti, og
hvør tað er, sum sæst?
Sangir og sálmar
•
Sálmabókin
Nr. 387 Biðið, og tit skulu fá
Nr. 388 Óttast ei, vak og bið!
Nr. 390 Himnafaðir, vár, vit biðja
Nr. 391 Minst til at biðja Faðirvár
Nr. 406 Bið, o, Jesus, fyri mær
Nr. 558 Faðir, fylg mær henda dag
(Mikkjal á Ryggi hevur skrivað sálmar, ið fara ígjøgnum alt
Faðirvár: Nr. 395- 404)
•
Aftast í lærarabókini
Eg sum lítil lærdur var
Halt saman hendur
Lat títt lítla hjarta upp
Meira um evnið
Í øllum átrúnaði er bøn ein náttúrligur partur. Menniskjað
vendir sær í bøn til ein, sum er størri enn tað. Ymiskt er,
hvussu siðir og skikkir eru í ymsum átrúnaðum, tá ið tað snýr
seg um bøn. Bøn er til fyri menniskjunnar skuld, har menn
iskjan vendir sær til Gud við síni neyð, ótta, stúran, trupuleik
um ella í takklæti og lov.
Tað er nógvar fyrijáttanir í Bíbliuni um bøn. Jesus sigur:
Biðið, so skal tykkum verða givið. Leitið, so skulu tit fnna.
Bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør
Kristni 5 • Lærarabók
36