Page 37 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann fnnur, og
tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann
maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá
ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein
orm, tá ið hann biður um ein fsk? Um tá tit, ið ónd eru, vita
at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá
faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið
biðja hann!
Matt 7,7 – 11
Onnur skriftstøð: Jóh 14,13-14.
Jesus segði eisini fyri læruveinunum, hvat ikki er sonn bøn,
m.a. at taka upp í saman nøgd av orðum, Matt 6,7. Jesus
nevndi m.a. frásøgnina um farisearan og tollaran í templinum,
bls. 57 í næmingabókini, hvat er sonn og ósonn bøn.
Jesus lærir teir tólv
at biðja bls. 56
Ofta lesa vit, at Jesus fór burturfrá, helst til fjals, at biðja. Hóast
hann var Gud sjálvur, so hevði hann brúk fyri at biðja. Læru­
sveinarnir spurdu Jesus, hvussu teir skuldu biðja til Gud. Jesus
lærdi teir tá bønina Faðirvár, ið sigur, hvussu vit skulu biðja.
Men hann lærdi teir eisini, hvussu teir ikki skuldu biðja. Bøn
er ikki at vísa sítt rættlæti fyri øðrum menniskjum, men at fara
inn í kamar sítt og lata hurðina aftur og biðja. Sí bíbliutekst
bls. 56 í næmingabókini,
Matt 6, 5-8.
Hugskot
Tosið um bøn. Dømi at tosa um: Tá ið tú biður, so biður tú
til ein, ið er størri enn tú, og sum tú vísir virðing fyri. Tú
kanst altíð biðja. Tað ber til at biðja hart ella innantanna.
Tú kanst biðja millum fólk ella í einingi. Vit kunnu halda
hendurnar saman, lyfta tær upp ella hvørki. Vit kunnu
liggja á knæ, sita ella standa. Tað er upp til hin einstaka,
hvussu hann kennir tað vera mest náttúrligt fyri seg.
Les dømi um bønir fyri næmingunum, ið verða lisnar upp
í kirkjuni, t.d. inngangs- og útgangsbøn, bønina hjá presti
fyri fólki á landi og sjógvi, teimum fólkavaldu og drotning.
Sí bønirnar aftast í stóru Sálmabókini.
Farisearin og tollarin
bls. 57
Her heldur Jesus fram við at tosa um bøn.
Hugskot
Vit kunnu ídag nýta máliskuna: tín fariseari. Hvat merkir
tað? Óivað ein, ið heldur seg vera meira enn ein annar,
meira andaligur, betri kristin o.s.fr. Jesus ávaraði ímóti at
vísa sítt rættlæti og halda lítið um onnur. Trúgv er bíbilskt
sæð ein gáva, og tí ber ikki til at rósa sær av nøkrum.
Samrøða
Tosið um bíbliutekstin á síðuni. Samskifti um, hvat bøn er,
5. Faðirvár
37
Kristni 5 • Lærarabók