hvussu vit skulu halda bøn og tosið um, um tað ber til at biðja
um alt. Tað er t.d. ikki rætt at biðja um, at tað skal gangast
øðrum illa – men vit kunnu biðja um alt gott fyri okkum sjálv
og onnur. Men hví fáa vit ikki alt tað, vit biðja um? Menn
iskju ynskja at gerast rík o.a. Hví svarar Gud ikki altíð hesum
bønum? Í Fjallataluni kap. 6 tosar Jesus um, at um menniskj
an vinnur allan heim, so hevur sálin størri týdning. Jesus bað
“verið vilji tín” í Getsemane urtagarði.
Arbeiðsbókin bls. 28
Lat næmingarnar svara spurningunum á síðuni og tosið um
svarini aftaná.
Um bønina faðirvár
bls. 58
Bønin faðirvár er uppbygd sum ein mynsturbøn, har menn
iskju fyrst venda sær til Gud í bøn og æra hann, og síðan biðja
fyri sær sjálvum og øðrum. Øll forløg menniskjans kunnu
leggjast inn í hesa stuttu bøn.
Faðirvár er ein bøn, ið verður nýtt av kristnum um allan
heim, um tú ert kirkjufólk, katolikkur, hvítusunnufólk ella
hoyrir til annað kirkjusamfelag. Faðirvár verður eisini biðið av
av teimum festu kristnu undir gudstænastuni sunnudag.
Lukas og Matteus hava skrivað hesa bøn í teirra evangelium.
Okkara Faðirvár, ið vit biðja, líkist mest tí hjá Matteusi.
Hugskot
•
Samanberið tekstir í teimum fýra evangeliunum, ið um
røða somu hending ella frásøgn. T.d. um Jesus og børnini: Matt
19,13-15, Mark 10,13-16 og Luk 18,15-17. Er nakar munur?
Samrøða
Samanberið tekstirnar hjá Lukasi og Matteusi. Tosið um, at
um vit eru vitni til tað sama, so kunnu vit vera ymisk í talu og
skrift um tað, ið fór fram. Onkur fær meira við av onkrum og
øvugt, og okkara máti at siga frá, er øðrvísi enn hjá øðrum.
Arbeiðsbókin bls. 29
Lat næmingarnar gera uppgávu 2 og 3. Rekkjufylgjan í svarun
um til uppgávu 2 er: 2, 5, 7, 6, 1, 3, 4
Innihaldið í faðirvár
bls. 59
Tríggjar tær fyrstu bønirnar venda sær til Guds í tilbiðjan og
virðing. Fýra tær næstu eru okkara bønir. Vit lesa á síðuni, hvat
Martin Luther segði um bønina faðirvár.
5. Faðirvár
Kristni 5 • Lærarabók
38