Bøn bls. 60
Her kunnu vit lesa nakrar bønir frá ymsum átrúnaðum: kristin
dómi, islam og hinduismu. Tekningin vísir ein buddist biðja.
Hugskot:
•
Tosið um ymisk súmbol í ymsum átrúnaði og teirra
merking. Leitið á netinum.
•
Finnið fram fakta um Koranina og Gayatri Mantra.
Bønin hjá Sankta Frans
bls. 61
Hetta er partur av eini kendari bøn, sum katolikkar nýta nógv.
Sankta Frans skúli í Havn hevur navn eftir sama halgimenni. Í
nógvum býum úti í heimi, serliga í Santa Fe í New Mexico, eru
feiri standmyndir av Sankta Frans. Italski leikstjórin Franco
Zeffrelli lýsti í 1972 Sankta Frans í flminum “Bróðir Sól, Systir
Máni” (Fratello Sole, Sorella Luna). Á YouTube er eitt brot úr
flminum, har skotski fólkasangarin Donovan syngur romant
iska temasangin í flminum.
•
Tosið um innihaldið í bønini hjá Sankta Frans. Hvat lærir
hon okkum?
•
Finnið tilfar og myndir á netinum um Frans úr Assisi.
•
Finnið alla bønina á netinum.
Samrøða
Tosið víðari um bøn og eisini um innihaldið í bønini hjá
Sankta Frans úr Assisi.
5. Faðirvár
Vit hava lært:
•
Í bønini faðirvár lærir Jesus menniskju at
biðja.
•
Líknilsið um farisearan og tollaran sigur, at
Gud hyggur eftir hjartanum. Hann, ið setur
seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt.
•
Martin Luther hevur útlagt bønina
“faðirvár” í Katekismus.
•
Bønina hjá Sankta Frans.
39
Kristni 5 • Lærarabók