6. Tá neyðin er stór
6
Tá neyðin
er stór
Tittulblað
Hendan myndin er tikin í Havn undir øðrum veraldarbardaga,
tá Føroyar vóru hersettar av bretum, meðan Danmark var
hersett av týskarum. Myndin vísir lastbilar, ið verða brúktir
sum líkvognar. Bretska faggið er lagt á kisturnar. Bilarnir koyra
framvið Drotning Alexandrines Hospitali. Longst burturi sæst
Glyvursnes. Tosið um, hvar bilarnir munnu fara. Tosið um
kríggj og hví Føroyar vórðu hersettar av bretum.
Sálmar og sangir
•
Sálmar í Sálmabókini
Nr. 53 Ongum er so trygt at fara
Nr. 306 Mikli Drottur, gev mær megi
Nr. 369 Gakk tú fram við góðum treyst
Nr. 370 Gakk tú tryggur fram við góðum treysti
Nr. 388 Óttast ei, vak og bið
Nr. 391 Minst til at biðja Faðirvár
Nr. 481 Tykist tað í neyð og pínu
Nr. 495 Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái
Nr. 507 Onga tíð er frá mær váði
•
Aftast í lærarabókini
Mong tey klaga
Jesus tendraði mítt ljós
Mín hjálp kemur frá Gudi
Meira um evnið
Í Kristni 4 varð komið inn á neyð og happing, sum næmingar
kenna til. Somuleiðis varð tosað um, hvussu hin einstaki skal
bera seg at, tá ið viðkomandi ikki hevur tað gott.
Kristni 5 • Lærarabók
40
Her fara vit at læra um:
•
at tað er nógv neyð og
líðing í heiminum
•
menningarhjálp
•
menniskju í Bíbliuni, ið
vórðu rakt av líðing
•
hvat teir fmm heims-
átrúnaðirnir læra um
næstakærleika