Page 41 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Her verður farið víðari. Nú verður neyðin úti í heimi lýst. Brot
vera tikin úr fjølmiðlum og netmiðlum okkara, ið lýsa van­
lukk­ur og neyð uttanlands. Hvønn dag hoyrir tú dømi um
hetta, og hetta er so statt heldur ikki nakað nýtt fyri næming­
arnar.
Dømi verða nevnd við nøkrum børnum úti í heimi, sum
ikki hava tað gott. Í fylgiskjølunum aftast í lærarabókini verða
nevndar tríggjar søgur um børn í Føroyum, ið ikki hava tað
gott.
Í Kristni 4 varð nevnt, hvussu næmingurin skal bera seg
at við at søkja sær hjálp. Her varð kristna bønin m.a. nevnd.
Nú verða ymisk hjálpararbeiði nevnd, m.a. arbeiðið hjá ST og
Reyða Krossi. Somuleiðis verða ymsir heimsátrúnaðir nevndir,
har vit hoyra um, hvussu hesir læra menniskju at taka sær
hvør av øðrum.
Bíblian sigur, at neyðin í heiminum kemst av einum synda­
falli, ið leiddi menniskjað burtur frá Gudi. Tað er hesa støðu
menniskjað støðugt livir undir. Deyðin, sjúkur og vanlukkur,
eru ein partur av syndafallinum. Dýralívið og náttúran eru so­
muleiðis rakt. Somuleiðis tosar Bíblian um Djevulin og um tað
ónda, ið býr í menniskjanum. Menniskjað kennir til stríð við
onnur menniskju og stríð við seg sjálvt.
Bíblian sigur, at Gud er góður, hóast menniskjað í torførum
støðum ikki heldur seg kunna hóma hetta. Hansara kærleiki og
góðska sæst av, at hann sendi Jesus í heimin at gera sátt vegna
tað ónda, menniskjað hevði gjørt. Somuleiðis varar Gud av
sínum skaparaverki og lovar bønhoyrslu. Men so leingi hesin
heimur stendur, vilja avleiðingarnar av syndafallinum vísa seg.
Tað kann vera gott at seta orð á tað neiliga, ið hóttir okkum,
og sum vit langt frá altíð kunnu vara okkum fyri. Hvat ger
neyðin við okkum? Leggur hon ein skugga yvir gerandisdagin,
ella hoyrir hetta bara til at vera menniskja, sum ein skal læra at
liva við og yvirvinna í ávísum førum?
Fjølmiðlar og skúlin
bls. 64
Komið verður inn á tíðindi, ið alsamt verða borin um neyð og
vanlukkur úti í heimi. Hóast hesar hendingar oftast eru langt
burtur, so berast tíðindini sama dag, sum tilburðirnir eru.
Fjølmiðlar og internetið gera hetta møguligt. Heimurin er at
líkna við eina bygd í so máta. Meri um miðlar kann lættliga
lesast í bókini “Fjølmiðlar” (Birgir Kruse, Føroya Skúlabóka­
grunnur 2008)
Nevnd verða dømi um menniskju, ið ikki hava tað gott. Á
bls. 65 í næmingabókini verða nevnd dømi um stórar vanlukk­
ur, ið hava rakt heimsins íbúgvar seinastu árini.
Hugskot
Tosið um tíðindini á bls. 65. Kenna næmingarnir nakran
úti í heimi, ið hevur verið fyri slíkum? Spyr næmingar,
hvørji dømi teir kenna um vanlukkur og neyð úti í heimi.
Tosið um fjølmiðlar, um teirra ávirkan, teirra styrki og
veikleika. Er sjónvarpið ein sterkari miðil enn eitt
tíðindablað? Grundgevið.
6. Tá neyðin er stór
41
Kristni 5 • Lærarabók