Page 42 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tosið um, hví vit ofta hoyra um tað ringa í staðin fyri tað
góða. Dámar okkum best at hoyra døpur tíðindi, heldur
enn tey eydnuríku? Um so er, hví? Selja tey betri? Ber til at
liva, uttan at fylgja teimum seinastu tíðindunum?
Hugleiðið um, hvussu tað hevði verið at livað í einum
fullkomnum heimi.
Skapandi arbeiði
Gerið eitt temablað fyri skúlan. Evnið kann vera happing,
truplar hendingar, ið næmingar í skúlanum hava verið úti
fyri, hvussu skúlin kann gerast eitt liviligari stað fyri øll
v.m.
Gerið ein flm um skúlan við somu evnum sum omanfyri.
Lat næmingarnar fnna myndir í avísum og bókum, ið vísa
kríggj og ófrið. Setið myndirnar saman og tosið um tær.
Arbeiðsbókin bls. 30-31
Næmingarnir seta setningar og myndir rætt saman við strik­
um og lita. Teir skulu fnna tvær myndir, ið eru eins á bls. 31.
Tær báðar myndirnar, sum eru eins, eru merktar við reyðum
rundingi. Har manglar skeiðin í bláa tallerkinum.
Svar:
6. Tá neyðin er stór
Kristni 5 • Lærarabók
42