Tíðindi um vanlukkur
bls. 66
Her verður hildið fram at bera tíðindi uttan úr heimi. Hesa ferð
eru tað greinar, ið hava staðið á Portalinum, www.portal.fo .
Hugskot
•
Tosið um søgurnar á bls. 66-67. Er nøkur søga óhugna-
ligari enn ein onnur? Hví? Kundi nakað verið gjørt, at
fyribyrgt vanlukkunum?
•
Hví eru summi harðari rakt og óeydnusamari enn onnur?
Eru vit harri yvir, ella kunnu vit fyribyrgja, at nakað hendir
okkum? Um so er, hvussu? Tosið um at vera ansin í ferðslu,
í orðum v.m., og hvussu vit best kunnu verja okkum og
onnur.
Samrøða
Næmingarnir tosa um møguligar vanlukkur, teir sjálvir kenna
til. Vanlukkur kunnu henda, uttan at vit kunnu fyribyrgja
teimum – dømi: jarðskjálvti og fóðaldur. Sama við nógvum
yvirgangi, har tað eru menniskju, ið elva til hesar hendingar.
Tosið um fmta boð. Ofta er stríð um, hvør eigur rættin til eitt
ávíst øki, stríð er millum átrúnaðarligar bólkar í einum landi,
rasuhatur og annað. Tað er ofta lættari at vera góður við tey
menniskju, vit umgangast í gerandisdegnum, enn tey, ið vit
ikki kenna. Summi velja tó at fara út í heim at hjálpa øðrum,
sum eru í neyð. Øll kunnu hjálpa við at lata pening til m.a.
kreppurakt øki.
Søgur úr gerandisdegnum
bls. 68
Tosað verður um munin millum at búgva í friðarligu Føroyum
og nógva aðrastaðni í heiminum, har ófriður er. Í næminga
bókini eru tríggjar søgur um børn úti í heimi, ið ikki hava tað
gott.
Í fylgiskjalinum eru nevnd 3 dømi, har børn í Føroyum ikki
hava tað gott: foreldur drekka, skiljast og hava sálarligar trup
ulleikar. Fjølritað hesar søgur til næmingarnar ella les tað fyri
teimum. Tosið síðan um søgurnar.
Hugskot
•
Setið tykkum í samband við onkran hjálparfelagsskap úti
í heimi og biðið tey senda tykkum dømi um mannalagnur
hjá børnum.
•
Bið Amnesty í Føroyum koma á gátt at greiða frá teirra
arbeiði og at koma við dømum um børn, ið ikki hava tað
gott ymsastaðni í heiminum. Spælið sangir á føgu, ið
Amnesty í Føroyum hevur givið út.
•
Tosið um, hvussu tit kunnu hjálpa børnum, ið ikki hava
tað gott.
6. Tá neyðin er stór
43
Kristni 5 • Lærarabók