Samrøða
Tosað verður um søgurnar. Samskift verður um orsakir til stríð
og bardagar: eyðræning, vald og stríð millum etniskar bólkar,
rasubólkar, trúarbólkar v.m.
Arbeiðsbókin bls. 32-33
Næmingarnir skriva nøkur dømi, hvat fólk kunnu óttast fyri.
Á bls. 33 skulu næmingarnir para orð, ið eru mótsetningar, og
tey skulu tekna eina søgu um líðing sum teknirøð.
Bíbilskar frásagnir
um líðing bls. 70
Hetta er tann bíbilski parturin av hesum kapitli. Hóast fáar
bíbilskar søgur eru við í næmingabókini um neyð og líðing, so
er tó ríkiligt høvi at arbeiða við teimum.
Sálmur 102 í Gamla testamenti lýsir væl, hvussu tungt og
strævið eitt menniskja kann hava tað. Í næmingabókini stend
ur, at Dávid hevur yrkt sálmin, men tað er óvist. Um tað er
Dávid, so hevði hann sítt at stríðast við: Sául hevði ligið hon
um eftir lívinum, seinni Absalon, sonur hansara.
Sí aðrar bíbilskar frásagnir í fylgiskjalinum um Káin og Ábel
og Job.
Hugskot
•
Tosið um bíbilsku frásøgnina um Káin og Ábel,
1. Mós 4.
Her byrjar fyrsta kríggj í heiminum, ið kom av øvund.
Tosið um kríggj, oyðing og mannfall undir veraldar-
bardøgunum v.m.
•
Tosið um Job, ið var raktur av miklari roynslu. Job gav
Gudi rætt í, at hann er Gud, rættvísur og kærleiksfullur og
menniskjað hansara skapningur. Tosið um spitalsku sjúku,
ið rakti Job. Tosið um, hví Gud loyvir tí ónda at henda.
•
Tosið um líðing hjá teimum fyrstu kristnu. Lærusvein-
arnir og tey fyrstu kristnu vóru fyri miklari líðing, atsøkn
og at enda vóru feiri teirra tikin av døgum. Lesið frásøgn-
ina um Stefan. Áp 6, 8-15 og kap 7. Somuleiðis um Paulus,
ið mangan varð hóttur eftir lívinum. Størstu atsóknirnar
ímóti teimum kristnu hendu m.a. tá ið Nero keisari fór
fram við ósannindum og legði tey kristnu undir at hava
sett eld á Róm. Ikki fyrr enn Konstantin tann Stóri um ár
325 góðtók kristindómin sum statsreligión, fngu tey
kristnu frið har á leið.
•
Tosið um forfylgingar í dag. Mangastaðni er kristindómur-
in forboðin og kristin verða forfylgd fyri sína kristnu trúgv.
Tosið um atsóknir ímóti minnilutum, teimum, ið hugsa og
eru øðrvísi. Tosið um happing í fokkinum.
Arbeiðsbókin bls. 34-35
Næmingarnir lesa um Job og um Paulus og Silas í fongsli.
Næmingarnir fylgja tølum í tekningum.
6. Tá neyðin er stór
Kristni 5 • Lærarabók
44