Átrúnaður og
næstakærleiki bls. 71
Her verður komið til svarið upp á neyð og líðing: at tað er
menniskju, ið vísa kærleika og hjálpsemi móti teimum, ið
treingja. Kendu átrúnaðirnir buddisma, hinduisma, jødadómur
og kristindómurin verða nevndir og peika á hetta.
Hugskot
•
Hav eitt glas av vatni og eina breyðskorpu við í tíman.
Tosa um, hvussu hesi kunnu bjarga mannalívum, um
tørvin á breyði og vatni í dag, og hvussu vit kunnu hjálpa
øðrum við hesum.
•
Tosið um líknilsið um miskunnsama samáriubúgvan.
•
Leitið á netinum eftir hugtakinum WWJD. Stavirnir standa
fyri “What would Jesus do?”
•
Tosið um, hvat Jesus vildi gjørt í dag, um hann hevði livað
sjónliga millum okkum.
•
Finnið tekstin til sangin hjá Steintóri Rasmussen “Kom
aftur Jesus” á netinum. Lurtið eftir sanginum og tosið um
hann.
Skapandi arbeiði
•
Gerið smáar sjónleikir, ið snúgva seg um, hvussu vit kunnu
vera við at hjálpa fólki og vísa næstakærleika. Být næming-
arnar í bólkar, og lat teir sjálvar fnna uppá.
Samrøðan
Næmingarnir hava óivað mong hugskot, hvussu vit kunnu
gera væl hvør móti øðrum. Vit hava rík og fátæk lond. Upp
gávan má vera, at tey ríku hjálpa teimum fátæku. Okkara
peningur er ein upplagdur møguleiki, har vit kunnu gera væl
við at geva teimum fátæku og teimum, ið tørva hjálp á ymsan
hátt.
Arbeiðsbókin bls. 36-37
Næmingarnir skriva tað, ið hoyrir til tær tríggjar uppgávurnar
á bls. 36-37. Uppgávurnar snúgva seg um næstakærleika, um
hvat ger lívið vert at liva, og hvat eydna er. Tosið aftaná um
evnini, og hvat næmingarnir hava skrivað.
Sameindu Tjóðir,
Neyðhjálp bls. 74-75
Nógvir hjálparfelagsskapir eru í dag, ið hjálpa til á ymsan
hátt, so heimurin verður ein betri staður at liva í. Tað er ofta
møguligt hjá fólki at stuðla við peningaupphæddum. Summi
fáa møguleikan at hjálpa til á staðnum, har neyðin leikar á,
ígjøgnum hesar felagsskapir, kristnir ella ikki.
Fyri næmingarnar er tað týdningarmikið at fáa at vita, at
teir kunnu gera mun við at vera júst tann, teir eru, í vinafokki
og í familjuni. Tað er ikki altíð neyðugt at fara langt burt fyri at
hjálpa. Mongum tørvar eisini hjálp her hjá okkum.
6. Tá neyðin er stór
45
Kristni 5 • Lærarabók