Vit hava lært:
•
Tað dapra – kríggj, líðingar og vanlukkur –
er ein partur av tí, ið hendir hvønn dag kring
um í heiminum.
•
Nógv børn líða og hava tað trupult.
•
Í fyrstu Mósebók lesa vit, at líðingin kom við
syndafallinum.
•
Næstakærleiki er ein týðandi partur í
øllum átrúnaði.
•
Ymsir hjálparfelagsskapir hjálpa menniskj-
um, sum eru í neyð.
Leggið til merkis, at Reyði Krossur er ein óheftur felagsskap
ur, sum er leysur av átrúnaði og politikki.
Hugskot
•
Tosið um, hvussu vit kundu fngið ein friðarligari heim.
•
Tosið um, hvussu vit kunnu hjálpa til her hjá okkum.
•
Finnið meira tilfar um hjálpararbeiðið hjá m.a. ST og
Reyða Krossi.
•
Fáið Reyða Kross í Føroyum at koma á gátt at tosa um
teirra arbeiði.
•
Fáið onkran kristnan hjálparfelagsskap á gátt t.d. Skandi-
navisku Barnamissiónina, ið hevur umboð í Føroyum.
Samrøða
Tosið um hjálpina, ið fólk í Føroyum og tað almenna rinda og
geva sum gávur til teirra, ið treingja hjálp. Tosið um at skúlin
kann vera við til at hjálpa.
6. Tá neyðin er stór
Kristni 5 • Lærarabók
46