Page 48 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Fjallatalan er longsta tala, ið Jesus heldur í evangeliitekstunum.
Vit lesa hana í trimum kapitlum hjá Matteus, kap 5-7. Henda
tala er eisini umrødd hjá Luk 6,12- 49. Hon snýr seg um Gud
og Guds ríki, og hvussu tú skalt liva og vera móti næstanum.
Jesus endurtekur ofta tað, ið stendur í Gamla Testamenti, men
greiðir frá tí á ein nýggjan og avbjóðandi hátt. Hann avtekur
ikki lógina í Gamla Testamenti, men heldur skerpir og fullførir
hana (Matt 5,17). : “tit hava hoyrt... men eg sigi tykkum...”
at tað er ikki bara hann, ið drepur ein annan, ið er sekur
fyri dóminum, men eisini hann, ið spottar ein annan við
orðum. (Matt 5,21-26 - 5. boð).
at tað at dríva hor er eisini at hyggja eftir einari kvinnu við
girndarhuga. (Matt 5,27-30 - 6. boð).
at tú mást ikki bara svørja rangan eið. Men Jesus sigur, at
tú skalt als ikki svørja hvørki við Gud, himin, jørð ella
høvur títt. (Matt 5,33-37 - 3. Mós 19,12 smb við 8. boð.)
at tað hevur verið sagt við teir gomlu: eyga fyri eyga og
tonn fyri tonn. Men Jesus sigur, at vit ikki skulu seta
okkum ímóti tí illa: um onkur t.d. slær teg undir høgra
vanga, tá skalt tú venda honum hin eisini.
(Matt 5,38-42 - 2. Mós 21,24).
at tað hevur verið sagt við teir gomlu, at vit skulu elska
næstan og hata fíggindan. Men Jesus sigur, at vit skulu
elska fígginda okkara. (Matt 5,43-48 smb 3. Mós 19,18).
Øll lógin og profetarnir er í stuttum at elska Gud og næstan
sum sjálvan seg. Hetta verður nevnt dupulta kærleiksboðið.
Tey tíggju boðini kunnu eisini skipast soleiðis.
Læran hjá Jesusi eru ikki bara nøkur góð ráð, men ein háttur
at fata heimin og lívið. Um krossverkið er miðdepulin, ið kann
venda menniskju frá myrkri til ljós, so er boðskapur Jesu um
Guds ríki veruleikin, ið menniskju skulu vera bjargaði inn í, –
hugsa t.d. um fyrsta partin av Faðirvár.
Við tað at Fjallatalan er so long, verður hon býtt í tveir par­
tar í næmingabókini. Her verður farið ígjøgnum teir tekstir, ið
snúgva seg um Gud og Guds ríki. Restin verður tikin í fylgjandi
kapitli á bls. 89 í næmingabókini undir heitinum “Næstakær­
leiki”.
Sæluprísingarnar bls. 78
Jesus byrjar at siga, hvørji menniskju eru sæl. Tað er ikki lætt
at greiða frá vendingum sum t.d. at vera “fátækur í andanum”,
”spaklyntur”, ” og “hjartareinur”. Jesus vendi mangar vanligar
jødiskar hugsanir á høvdið. Serliga var hann mangan strang­
ur við fariseararnar, ið hildu seg vera rættvísar og sóu niður á
onnur. Hesir høvdu, sigur Jesus, ikki brúk fyri Gudi. Soleiðis
skuldu tey ikki vera, ið fylgdu honum.
Hugskot
Sæluprísingarnar eru feiri. Lesið Matt 5,3- 12 og tosið um
innihald og orðamerkingar. Finnið hetta møguliga á
netinum.
7. Úr Jesu fjallatalu
48
Kristni 5 • Lærarabók