Arbeiðsbókin bls. 38
Næmingarnir gera rættar orðaendingar til uppgávuna.
Salt og ljós bls. 80
Jesus brúkti mangan myndatalu. Her tosar hann um, at tey,
sum fylgja sær, eru salt og ljós í heiminum. Tey halda spilluni
og myrkrinum burtur bíbilskt talað.
Undir “visti tú” stendur ymist um salt. Her er okkurt afturat:
Hildið um salt:
•
salt heldur sær óendaligt. Tað er ein ímynd um trúskap,
tað, ið ikki ferst og tað æviga.
•
at missa salt merkti sorg og ólukka.
•
um tú ikki hevur salt til eitt egg, so ert tú fátækur.
•
fólk vistu, at salt drepur bakteriur, og tí saltaðu egyptar
eisini teirra deyðu fyri seinni at gera mumiur av teimum.
Vit siga eisini:
•
“Tak tað við einum granni av salt”. Tað merkir, at tú skalt
ikki trúgva øllum, tú hoyrir.
•
“At stroya salt í sárið”. Tað merkir at gera ilt verri.
Í katólskum londum hevur verið siður at eta saltfsk í føstu.
Søguliga hava føroyingar gjørt nógv burtur úr at salta fsk og
selja av landinum, serliga til katólsku londini Spania og Italia.
Tað byrjaði so smátt undir einahandlinum og tók so dik á
seg, eftir at fríhandilin kom í 1856. Í fyrstuni kom fskurin frá
útróðrarbátum, men eftir 1872 frá slup¬pum. Fiskurin varð
saltaður umborð. Hetta helt fram, tá ið trolarafotin kom – tó
kom steðgur í undir Seinna Heims-bardaga. Men arbeiðið var
tikið uppaf¬tur eftir kríggið. Eftir 1990 hevur ikki verið so
nógv gjørt við saltfsk her á landi.
Jødarnir nevndu lógina “heimsins ljós”. Boðini í lógini vóru
at líkna við eina “lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.”
Sálmur 119,105
.
Jesus sigur um seg sjálvan : “Eg er heimsins ljós.” Jóh 8,12;
9,5. Jesus segði við lærusveinar sínar “Tit eru salt jarðarinnar.”
Matt 5,13
.
Hugskot
•
Hav eitt sindur av salti og eitt livandi ljós við í tíman.
Tosið um, hvat er serligt við salti og ljósi.
•
Lat næmingarnar greiða frá tí, teir kenna til at salta mat
t.d. grind og spik. Somuleiðis kanska onkra søgu, tá ið tað
var gott at hava eitt ljós t.d. tá ið streymurin fór.
•
Hava næmingarnir nøkur dømi um, hvussu vit kunnu vera
salt og ljós hvør fyri annan?
•
Lat næmingarnar gera eina tekning, ið vísir at vera eitt
fyridømi og at gera væl. At enda vera allar tekningarnar
settar saman.
Skapandi arbeiði
•
Set næmingar í bólk at fnna nøkur dømi um at vera salt
og ljós og gera hetta til smáar leikir.
7. Úr Jesu fjallatalu
Kristni 5 • Lærarabók
49