Page 50 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Samrøðan
Tosað verður um, hvat tað er at vera salt og ljós, og hvussu vit
kunnu vera ljós í gerandisdegnum. Næmingarnir koma við
hugskotum.
Arbeiðsbókin bls 39
Næmingarnir loysa uppgávu 2 og 3 á bls. 39 við loyniskrift.
Næmingarnir skriva fmm dømi, hvussu teir kunnu vera salt
og ljós. Tosið um svarini, tá liðugt er.
Svar til uppgávu 2:
“Tit eru salt jarðarinnar”
“Tit eru ljós heimsins”
Svar til loyniskrift í uppgávu 3:
Tað lítla ljós eg fekk nú skal tað lýsa bjart
Lýsa bjart bjart bjart lýsa bjart
Gud og mammon bls. 82
Jødarnir sóu ríkidømi sum tekin um Guds signing.
Tað er einki skeivt í at vera ríkur, um tú dugir at geva burt­
ur­av ríkidøminum, og um tað ikki sleppur at ráða yvir tær.
Nógv rík kristin menniskju hava givið stórar gávur.
Tað dugdi hin ríki unglingin ikki, ið vit hitta í Bíbliuni. Tað
stendur, at hann fór syrgin burtur, tá ið Jesus bað hann geva
alt til tey fátæku.
Matt 19,16-22
.
Jesus sigur tá kendu orðini, at tað er lættari hjá einum
kamel­i at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum
at koma inn í Guds ríki.
Matt 19,24
.
Ein sterk freisting menniskjans er havisjúka, at vilja eiga
meira og meira, ja, allan heimin, sum Bíblian sigur. Svarað
verður ofta, at tú fært einki við tær í moldina tann eina dag.
Jesus leggur dent á hetta í fjallataluni, har hann tosar um ikki
at savna sær gripir á foldum, men heldur hugsa um teir him­
malsku.
Matt 6, 19-21
.
Tað øvuta av havisjúku er at vera nøgdur við tað, tú hevur.
Áðrenn Luther var syndahugtakið merkt av einstøkum synd­
um. Nevndar vórðu t.d. tær sjey deyðssyndirnar. Luther segði,
at syndin var at venda sær burtur frá Gudi. Tað er eingin
munur á ymsum syndum.
Hugskot
Tosið um grammleika og freistingina at vilja eiga alt, eiga
bestu fartelefonina, vera best í øllum, síggja best út v.m.
Tosið um, hvørt eydnan er at eiga alt.
Tosið um, hvat ein freisting er – nær talan er um eina
freisting. Lat næmingarnar tosa um, hvørjar freistingar
teimum er fyri og um hættir at sleppa undan freistingum.
Tosið um líknilsið um hin ríka bóndan. Luk 12,13 – 21.
Aktivitetir
Teknið eina støðu, har onkur verður freistaður. Leggið
tekningarnar saman og tosið um hvørja einstaka.
7. Úr Jesu fjallatalu
50
Kristni 5 • Lærarabók