Samrøðan
Samskiftið um, nær nakað verður ein avgudur hjá okkum,
og um, hvat Jesus segði um hetta. Tosað verður eisini um orð
Sálomons um ríkidømi.
Arbeiðsbókin bls. 40
Næmingarnir geva fmm dømi um fólk í Føroyum og úti í
heimi, ið høvdu verið glað fyri at fngið pening. Tosið um
hetta aftaná, at næmingarnir eru lidnir. Teir skulu tekna mynt
irnar, vit nýta, í kassarnar við at tekna og lita eftir.
Hin góði luturin bls. 84
Hildið verður fram at tosa um Gud og mammon. Hesa ferð eru
tað tvær søgur, ið siga meira um sama evnið, at vera grammur,
men eisini at vera varin.
Samrøðan
Tosað verður um innihaldið í báðum søgunum.
Stúrið ikki bls. 86
Lærusveinarnir vóru farnir frá øllum fyri at fylgja Jesusi. Teir
vóru knýttir til gávumildið hjá øðrum menniskjum. Tað var
lætt at stúra, tá ið tú livdi við ongum føstum arbeiði, familju
og vinum. Tað var ein royndarsteinur hjá teimum at tora at
biðja og líta á, at Gud syrgdi fyri teimum í øllum. Hetta hava
eisini onnur fngið at sanna síðan tá – Frans Assisi, Móðir Tere
sa og mong onnur.
Tað er menniskjuni í holdið borið at stúra.
Hugskot
•
Tosið um, hvat vit kunnu stúra fyri. Lat næmingarnar t.d.
hugsa í fmm minuttir og skriva niður, hvat teir stúra fyri.
Síðan skulu teir siga, hvat teir hava skrivað.
•
Tosið um, hvussu vit kunnu vinna á trupulleikum. Vit
kunnu t.d. taka teir sum eina avbjóðing. Um vit einki gera
við teir, so vaksa teir skjótt upp um høvdið á okkum.
Samrøðan
Tosið um, hví vit ikki skulu stúra. Næmingarnir tosa um tað,
ið teir kunnu stúra fyri, eisini tá ið vit hoyra, síggja og lesa alt
tað, ið fjølmiðlarnir bera. Her er nógv at tosa um.
Arbeiðsbókin bls. 41
Næmingarnir tekna inn í tankabløðruna, hvat teir stúra fyri.
7. Úr Jesu fjallatalu
Kristni 5 • Lærarabók
51