Page 5 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kristni 5 er bókaheild til kristnikunnleika í 5.
fokki. Heildin fevnir um næmingabók, arb­
eiðs­bók og lærarabók, og uppgávur og spøl á
www.snar.fo. Bókaheildin byggir á námsætlan­
ina í kristnikunnleika og er viðgjørd av gud­
frøðingum og lærarum.
Í námsætlanini eru tey fmm kjarnaøkini í
lærugreinini hesi:
Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði
Týðandi bíbliutekstir og frásagnir
Høvuðstættir í kristnari trúgv, list og
mentan í søguligum og nútíðar høpi
Kirkjusøga
Heimsátrúnaðir og lívsfatanir
Ávegismál eftir 6. fokk:
Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði
Næmingurin dugir:
1 at greiða frá almennum tilveruspurn-
ingum, eisini í sambandi við lisnan tekst
2 at samtala um faklig evni og hugtøk í
kristindóminum
3 at samtala um átrúnaðarligan og siðalags-
ligan atburð
4 at samtala um at vera menniskja
5 at lýsa fyrimyndir og virði
6 at lýsa sambandið millum menniskju og
náttúru.
Týðandi bíbliutekstir og frásagnir
Næmingurin dugir:
1 at tulka úrvaldar hendingar og frásagnir í
Gamla og Nýggja testamenti
2 at leita eftir og fnna viðkomandi tekstir í
Bíbliuni
3 at síggja mun á ymiskum tekstsløgum í
Bíbliuni
4 at greiða frá sambandinum millum Gamla
og Nýggja testamenti
5 at vísa á bíbilskar frásagnir í list og
mentan.
Høvuðstættirnir í kristnari trúgv, list og
mentan í søguligum og nútíðar høpi
Næmingurin dugir:
1 at greiða frá høvuðstáttunum í
kristindóminum
2 at greiða frá søguliga uppruna kristin-
dómsins, og hvussu boðskapurin varð
borin í Evropa og Føroyum
3 at greiða frá sambandinum millum inn-
­rætting, list og skipan í kirkjuni
4 at greiða frá týdninginum av høgtíðum,
halgidøgum og halgisiðum
5 at samtala um súmbol og listarlig verk, ið
vísa, hvat kristindómur er
6 at viðgera nakrar sálmar, sangir umframt
tónleik við átrúnaðarligum innihaldi.
Kirkjusøga
Næmingurin dugir:
1 at greiða frá kirkjusøguni á staðnum
2 at greiða frá øðrum kristnum samkomum
á staðnum
3 at greiða frá missión og hjálpararbeiði í
øðrum londum
Heimsátrúnaðir og lívsáskoðanir
Næmingurin dugir:
1 at viðgera og greiða frá heimsátrúnaði og
øðrum átrúnaðarligum siðum við tolsemi
og virðing
2 at greiða frá og lýsa átrúnaðarligar rørslur,
felagsskapir og lívsfatanir í heiminum við
tolsemi og virðing í einum fjølbroyttum
og fólkaræðisligum samfelagi.
Sí annars
www.namsaetlanir.net
Um Kristni 5
5
Kristni 5 • Lærarabók