Lærarabókin er skipað soleiðis, at tað skal vera
lætt hjá læraranum at leita fram júst tað, hann
hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðiliga, hvat
evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað
verður til.
Hvat er kapittulin um
Fremst í hvørjum kapitli í næmingabókini
Kristni 5 er eitt tittulblað, sum lýsir evnið. Í
lærarabókini eru hugskot til samrøðu í fokki
num. Øll tittulbløðini í næmingabókini eru á
Snar og kunnu tískil verða víst við sjónvørpu.
Sálmar og sangir
Til allar kapitlar verður víst til viðkomandi
sálmar og sangir. Numrini til sálmarnar vísa til
Sálmabók Føroya kirkju. Sangirnir, ið verður
víst til, standa aftast í lærarabókini.
Meira um evnið
Tað, sum hevur týdning fyri innihaldið í
kapitlinum, verður viðgjørt undir hesum
punkti. Komið verður stutt inn á bíbliutekst,
útleggingar, umstrídd evni, fakta o.a.
Hugskot
Hugskot til hvussu undirvísingin kann verða
skipað eru til allar síður í næmingabókini.
Nøkur hugskot eru samrøðuevni, onnur vísa
læraranum, hvussu undirvísingin kann
gerast meira spennandi, og uppaftur onnur
eru størri og minni undirvísingarupplegg.
Ætlanin er ikki, at lærarin nýtir øll hugskotini
í lærarabókini.
Aktivitetir
Víst verður til spøl, bólkaarbeiði, tvørfakligt
arbeiði, uppgávur o.a. sum kunnu gera
undirvísingina meira viðkomandi og fjøl
broytta.
Av og á verður rátt til, at fokkurin ger ein
lítlan leik. Her er ikki hugsað um at gera so
nógv burturúr við búnum o.ø. Helst skal leik
urin verða framførdur sama tíma. Royn
og fá festu næmingar við. Tey, ið ikki hava
nakran aktivan leiklut, kunnu t.d. vera
djór, fuglar, einglar, steinar, blómur o.s.fr.
Skapandi arbeiði tekur tíð, og lærarin má tí
viga undirvísingina soleiðis, sum hann heldur
vera best fyri at røkka ávegismálunum í náms
ætlanini. Tað ber ikki til at nýta øll hugskotini
og allar aktivitetirnar, sum verða nevndir í
lærarabókini, tí til tað er skúlaárið ov stutt.
Snar
Bókaheildin hevur eina síðu á Snar, sum
støðugt verður útbygd. Síðan er á sonevndu
bókahillini.
Beinleiðis slóð til síðuna:
www.snar.fo/4567
Kristni 5 – lærarabók
Kristni 5 • Lærarabók
6