Page 7 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Fremst í næmingabókini er ein stutt lýsing av
Kristni 5
.
Les tekstin fyri næmingunum og tosið um
bókina. Greið næmingunum frá, hvussu bókin
er uppbygd. Hyggið at innihaldsyvirlitinum og
prátið um ymsu evnini, tit skulu viðgera hetta
árið. Síðan kann eisini verða víst á foreldra­
fundi, tá greitt verður frá ársætlanini.
Tittulbløð
Tá byrjað verður upp á ein kapittul, er ætlan­
in, at næmingar og lærari tosa um tað,
sum tey fara at lesa og læra tær næstu vikur­
nar. Tilfarið gerst kent, og tað gerst lættari
at tríva aftur í aftur seinni í undirvísingar­
gongdini.
Elsa og Livar
Fyri at gera bókina meira viðkomandi fyri
næmingin eru tvey børn, Elsa og Livar,
við í næmingabókini.
Samrøðukassar
Á fest øllum síðum eru samrøðukassar, ið
leggj­a upp til samrøður. Tað er av alstórum
týdningi, at øll í fokkinum kenna seg trygg,
soleiðis at samrøðan gongur væl. Einki
eitur tí „tápuligir spurningar“ ella „tápulig
svar“. Einans svar og spurningar. Tað ræður
um at undrast og at seta orð á lívsspurningar.
Samandráttur
Hvør kapittul endar við einum samandrátti
fyri at minna á, eftirmeta og taka
samanum.
Kristni 5 – næmingabók
Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma.
Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næming­
arnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er,
um arbeiðið hjá næmingunum av og á verður
eftirmett.
Kristni 5 – arbeiðsbók
7
Kristni 5 • Lærarabók